• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Løgmansdóttirin í Vágum

Meðan Peder Arrheboe var prestur í Vágum, var eitt skip (fransur skuldi tað vera) komið at flóta vesturi í Vágahavinum og flaggaði eftir leiðvísara (loðsi). Páskaaftan var tað, dýrdarveður og hvør fjøl á sjógv. Nólsoyingar, kirkjubømenn og velbastaðmenn hildu tað vera eitt loynikeypskip (smuglaraskip) og fóru til tað við fiski at avreiða. Nólsoyingar vóru fyrstir; tá ið allur fiskur teirra var drigin upp á skipið, tóku skipmenninir bát teirra og høgdu hann sundur til brenni. Ein lítlan vánaligan bát, sum teir høvdu tikið í Suðuroy, góvu teir nólsoyingum í staðin og sleptu teimum so avstað. So komu norðheygabrøðurnir á Velbastað. Ein maður á velbastaðbátinum, nevndur Jóanis, vildi so fegin fara til skipið og øvundaði nólsoyingar: tí har mundu teir fáa bæði vín at drekka og sukur at bíta, segði hann við hinar bátmenninar. Endin var, at teir løgdu til skipið, tó at formaðurin helt lítið um tað, av tí at hann grunaði, at tað mundi vera eitt ófriðarskip. Tog varð kastað niður til teirra, og teir vóru drignir upp á skipið. Nú sigur skiparin við teir, at annaðhvørt skulu teir fáa honum havn til ímorgins, ella skulu teir allir verða hongdir við ráarnakkan. “Drekk nú vín og sukur!” sigur formaðurin á bátinum við Jóanis. So teir aftur í bátin, gera hann fastan í skipið og rógva tað inn. Teir sjabba so, at teir náa útlúgvaðir inn á Sandavág (sum var næsta havnin) páskamorgun, rætt sum fólk var uppi. Sum teir ganga niðan at húsum, møta teir løgmanninum. “Hetta eru einir páskagestir, ið tit hava ført mær í morgun”, sigur hann. “Mangur dansar og dansar av neyðum,” svarar Jóanis.

Skiparin legði ást á eina dóttur løgmansins, ið var so fráskila vøkur, og svór, at hann fór ikki avstað aftur, fyrr enn hann hevði hana í skipinum. Pápin hevði tá stóra neyð við at fáa hana burturbeinda, so skipmenninir skuldu ikki fáa fatur á henni, tí skiparin hevði sett menn út til at fanga hana. Hon varð latin í mannfólkaklæði, til tess at skipmenninir skuldu ikki kenna hana. Í ein torvlut varð hon laðað inn, meðan leitað varð eftir henni, og síðan fóru menn við henni til Sørvágs. Ein fransur, ið møtti teimum, helt seg kenna hana, men læt seg ikki upp. Skiparin var fúkandi óður, tá ið hann frætti, at løgmaður krógvaði dóttrina fyri honum, og hevði hóttur frammi, at hann vildi seta eld á allan Sandavág, um hon varð ikki beind til hansara við tað sama. Hann sendi tveir bátar í land av skipinum; annar var fullur av brúdleypsdrekka, sum til skuldi vera tikið, um løgmaður samtykti; í øðrum vóru tjørutunnur, sum nýtast skuldu til at seta eld á Sandavágsbygd við, um løgmaður vildi ikki geva seg undir. Í sínari neyð sendi løgmaður boð til Miðvágs eftir Peder Arrheboe presti at koma honum til hjálpar, tí harri Peder var sagdur at kunna svartakunst. Hann kom við tað sama, fór beinanvegin oman á sandin og ríslaði nakrar bókstavir harí við stavi sínum. So tók hann upp í lúkuna av sandi, har sum hann hevði skrivað, og sletti út á sjógv. Tá reis glaða og alda av sandinum úteftir, so fransurin var at kappa og rak til havs. Síðan spurdist einki aftur til hansara. Men sandavágsmenn hildu sær at teiti við tí góða brúdleypsdrekka

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017