• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

SEYÐAMAÐURIN Á SONDUM

I

Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar aðrar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla. Tá ið hann kom ríðandi gjøgnum Fjallalíð, sá hann tann reyða stakkin við teim glógvandi gullperlunum í skína langan veg. Hann vendi hesti sínum tann vegin, tók stakkin, legði hann aftan fyri seg á hestsins bak og reið so heim aftur. Huldukonan situr við eldin og hugsar við sær, at hon skal fara út á helluna at venda stakki sínum. Men tá ið hon kemur hagar, sker hon saman tenn og snerkir við skort, tí stakkurin er horvin. Hon skimast runt um Fjallalíð og ber eyga við seyðamannin, ið ríður, tað hann kann best av stað við stakki hennara. Hon rópar á systur sína í Tormansgjógv og biður hana hjálpa sær at fáa stakkin aftur, tí hon hevur nærri at fara eftir manninum: “Systir, systir, stíg stórum!” Men hin svaraði, at hon var lamin í báðum beinunum og orkaði ikki at ganga. Tá tók huldan í Húsagjógv at gleiva og gina so skjótt, at hon nærkaðist hestinum í hvørjum. Tá ið hann var komin um Vatnsoyrasund og upp í Vatnsbrekku, var hesturin ekkamóður og legðist at drekka úr ánni. Í tí sama kom huldan í Vatnsoyrar, men hesturin var nú so væl afturstyrknaður, sum hann hevði drukkið, at hann fleyg so lættur niðan gjøgnum brekkuna, nú ið sporið fór at tyngjast hjá huldukonuni. “Hetta var mær sálarbót,” segði seyðamaðurin, tá ið hann vendi hestinum frá aftur ánni, og síðan hevur henda á verið nevnd Sálarbótará. Men Vatnsbrekka er ónatúrliga long og drúgv, og seyðamaðurin hevði tí á orði: “Tungt er at ríða brekkuna hart.” Tá ið hann var komin á Føstuvarða (heimanfyri í Miðvágshaganum), kom huldan stunandi upp fyri Vørður (handari í Miðvágshaganum). Tá var hesturin stívur í lørunum, og sveittin rann úr hvørjum hári á honum - tungur var maðurin, ið hann bar á baki. Tá ið hann kom at Mosagerði, hevði hon nærkast honum so mikið, at tað var ikki meira enn reipslongd ímillum teirra, og tá ið hann kom á Giljarætt (tætt innan fyri ánna í Sandavági) - har er kirkjan - fekk hon hann aftur. Í tí at hann reið fram við kirkjugarðinum, kastaði hann seg so knappliga av hestinum innum við stakkinum í hondini. Men, ólukkutíð, stakkurin kom fastur í garðin um ein stein, so hon náddi at tríva í hann. “Nú haldi eg!” rópaði hon. »Halt nú, hvat ið halda vil!” svaraði hann aftur: “Her er Gud og kirkjan.” Tey bardust um stakkin eina løtu, til hann skrædnaði; seyðamaðurin hevði aðra ermuna eftir, men huldan fekk skerdan bulin. So stór var henda stakkarerma, at hon røkk til messuakul í Sandavágs kirkju, og har er hon enn.

II

Seyðamaður á Sondum
kendi knív sín burtur í øðrum londum

- so ljóðar eitt gamalt ørindi.

Einaferð var seyðamaðurin á Sondum farin yvir í Giljar burtur í haga. Tá slitnaði ein æs í skónum hjá honum, og hann settist at gera sær eina nýggja. Tá ið hann hevði bundið tveingin og skuldi taka knívin aftur, var hann horvin. Hann leit um seg, men sá einki uttan eina kráku flúgva. Stutt eftir hetta rýmdi hann úr Føroyum og fór til Noregs, av tí at hann fekk ikki frið fyri huldukonuni, sum hann hevði tikið stakkin frá. Hann bað um hús hjá einari konu; hon var bæði blíð og týð og setti góðan mat fram fyri hann. “Mong er geitin aðrari lík,” segði hann, tá ið hann skoðaði knívin - hann helt seg kenna sín egna knív aftur. Tá upplýsti hon fyri honum, at hon var krákan, ið hann sá hin dagin burtur í haga, og hevði tikið knív hansara

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017