• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Halgabrekka

Á Halgabrekku heima á Sandi var eitt kloystur í tí katólsku tíðini; grundarplássið á tí vísist enn. Tað sigst, at niðast á tí grundini hevur Jóhan Hendrik Reyn bygt síni hús. Tá hann gróv burtur fyri húsgrundini, kom hann niður á fleiri væl lagdar rennur; men av forn-gripum fann hann einki uttan eitt træ, sum var skorið í ein boga. Træið var um 1 alin langt, 3—4 tummar breitt og 2 tummar tjúkt, og var eitt hol í hvørjum endanum. Inn í aðra síðuna vóru skornir bókstavir.

Húsið hjá J. H. R. stendur 1 favn frá Hviná; nunnurnar í kloystrinum her skuldu ikki, so lítið sum aðrastaðni, halda seg til nakað mannfólk, men søgnin sigur, at tær kortini fingu børn, og at tey blivu druknað í hesi ánni, og av hvininum ella grátinum frá børnunum, tá ið tey blivu borin út í ánna, fekk hon navn.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017