• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tann ljóta konan

S. og T. fóru til neyta. Komnar fram í Todneshagan, sóu tær eina konu, ið var í ljósamorreyðum klæðum við hvítum bandi um lívið, ið leiddi eina ljósareyða kúgv.

T. læði at og rak spott við S. yvir hesa fremmandu konu og segði: “Hvat er hattar fyri eitt býtt fyl, ið har gongur?”

Margháttliga var konan klødd og meira enn tað: hon var ógvuliga ljót at síggja til.

Tá ið tær báðar, S. og T., komu í neytini, var tann margháttliga konan har. - Hon kom at standa eitt sindur til viks fyri T. og nevaði ímóti henni.

Hon setti seg so undir hvørja kúgv, og tóktist at mjólka. T. tordi einki at gera nú. Hon var vorðin reiðuliga bangin. Og tí mátti S. mjólka øllum kúnum.

Hvørja ferð S. kom til eina kúgv, har tann fremmanda konan sat, rýmdi tann fremmanda undan. Men hóast hon hevði tókst at mjólka so hugaliga, vórðu kýrnar hvørki niðursaldar ella mjólkaðar.

Tá ið liðugt var at mjólka, fóru S. og T. úr neytunum. Samtíðis fór fremmanda konan, sum tær nú hildu vera eina huldukonu, eisini til gongu, longur fram á vegin.

Henda søgnin skal vera sonn. Og S. livir enn.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017