• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

TRAÐAGARÐUR

Tingmenninir høvdu verið í Suðuroy og vóru á veg heimaftur við bát. Teir vóru stutt komnir, so kom mjørki á, og teir viltust burtur av allari leið. Tá lovaði fútin, at sendi Gud hann aftur til lands, tað fyrsta menniskja, ið hann sá, skuldi fáa Traðagarð (Traðagarður í Sandoy var tá leysur, tí bóndin og konan vóru deyð sonarleys). So tók at lýsa í mjørkan, landið sást, og teir kendu nú, at teir vóru uttan fyri Sandsbygd. Tað fyrsta fútin stígur fótin á land, kemur Meggjan, eisini rópað Illa Magga, gangandi út eftir fjørubøkkum. Hon var eitt rætt ódugnadýr, men har gjørdist einki við: fútin vildi ikki bróta orð og eiti sítt. Konufólk festi nú ikki garð, so eftir var hjá fútanum at hugsa um at fáa henni ein dúgligan mann. Heimafturkomin sendi fútin Jógvani á Velbastað boð at koma til Havnar dagstevndan dag. Jógvan kemur — óveðursdagur er — og fútin ber nú giftuna upp á mál við hann, men Jógvan sigur nei: hann hevur ikki hug á Meggjuni. Fútin bønar hann at koma aftur til sín í morgin, og Jógvan jánkar um. Men um náttina ger hann ikki vandari enn, at hann rýmir úr Havnini. Hann kemur til Sandáar — hon rann so stór og stríð, tí áarføri hevði verið — og skal leypa tvørtur um; men lopið mislukkaðist: Jógvan datt í ánna; streymurin førdi hann omaneftir og skeyt hann aftur at áarbakkanum Havnarmegin. Komin uppúraftur helt hann hetta vera ein varning frá Gudi, vendi aftur til Havnar, fór til fútan og segði, at hann skuldi taka gentuna. So giftust bæði, og hann iðraði seg ikki um tað eftirsíðani, tí hann fekk rætt fólk og dugnaliga matmóður burtur úr Meggjuni. Av teimum er komið tiltikið ættarslag í Trøðum.

Jógvan Mortansson, bóndi í Miðstovu í Trøðum, sum gitin er í søguni um Ungajógvanssynir, átti eina systur, sum hann var so ógvuliga góður við. Ein bóndasonur oman úr Stovu í Hesti, Hanus Magnusson, fríggjaði til hennara; men Jógvan var ikki mentur at skiljast frá systrini og festi so Hanusi um ólavsøkuna seks merkur burtur av garðinum (í Miðstovu), áðrenn tey giftust — tí góðvarin var hann. Við tað sama fekk presturin, harra Klæmint, fríggjaran til at narra hana, og tá ið mikkjalsmessa kom,  skrivaði Hanus seg inn við prestadóttur úr Todnesi, dóttir Klæmints. Á henda hátt fór Uttastastova frá.

Traðir vóru kongsjørð, og kongsbøndur áttu ikki at sleppa øðrum monnum at velta í jørð teirra ella lova fólki at leita eftir ull. Hetta gjørdi miðstovubóndin av tí, at hann var slíkt eitt góðmenni og ikki mentur at siga fólki nei. Men Hanusi líkaði hetta illa, tí Traðir lógu í felagi bæði burtur og heima. So var tað eitt árið, sum velting var fyri hond, at tveir menn úr Miðstovu og ein úr hvørjum hinum húsinum vóru úti at velta. Jógvan stóð og velti uppi í erva undir brekkuni; Hanus, uttastustovubóndin, stóð undir í neðra. Skotlendi var, og vatn stóð í grøvunum, har sum Hanus hevði staðið og grivið. Hann gav seg um, at Jógvan veitti vatnið oman yvir bø hansara, og tók so tað ráð at fara til Havnar og geva Jógvan upp fyri fútanum. Ikki var eitt, hann hevði Jógvani um at kenna, og helst tað, at hann slepti øðrum monnum at velta í kongsjørðini. So varð avgangurin, at fútin gav Hanusi orð og eiti fyri, at hann skuldi fáa tær tólv merkurnar, sum Jógvan átti. So leið nakað um, og Hanus skuldi fara norður at festa. Hann hevði avrátt við kirkjubømenn, at teir skuldu koma til Skopunar eftir honum og føra hann norður til Havnar. Ein fátækur maður undan Reynum á Sandi, seyðamaður, var staddur í Skopun sama dag, sum kirkjubømenn komu. Hann fekk teirra ørindi at vita og sníktist so alt fyri eitt niðan á hamrarnar til gongu heim til Sands fjalsmegin. So biður hann menn Jógvani til handa og bønar teir at vera skjótar at gera seg til, tí Jógvan ætlar sær til Havnar í stundini. So fer hann í Traðir at siga Jógvani bónda frá. Nú hann kemur, er boð komið frá kirkjubømonnum eftir Hanusi: teir bíða eftir honum. Reynamaðurin sigur Jógvani frá øllum, sum er, og biður hann gera seg lidnan at fara til Havnar: fólkið hevur hann fingið honum. Hann biður Jógvan royna at fáa sakina til dóms; allir menn vildu bera honum tann besta vitnisburð, men Hanus var ein óflýggjakroppur, sum hvør maður bar ilt. So báðir til gongu til Skopunar; bátmenninir vóru tá longu farnir fjalsmegin. Tá ið teir komu á Skopunarskarð, fór Kirkjubøbáturin (eitt tíggjumannafar, kallað Stóri Reyði) út um skerið. Tá helt Jógvan við menn sínar, at hann kom at vera ov seinur. Hann lá sunnaneftir í ættini, og eystfallið var óslætt. Tá ið teir vóru komnir á flot, helt reynamaðurin við Jógvan, at teir høvdu her bert eitt lítið fýramannafar og Hanus eitt tíggjumannafar, men tað var gamalt orðtak, at Gud førdi so væl dúgvuna yvir havið sum svanin. Hinir søgdu, at tað var ikki farandi fyri Kirkjubønes, men reynamaðurin bað teir geva seg í Guds hond og fara fyri nesið: teir høvdu eina góða sak. So fóru teir fyri nesið — og Hanus, sum brekaður var við niðurfalssótt, sat sjálvur og stýrdi. Teir komu inn í kvarðan á Hælsíðu; tá skeytst báturin og gekk burtur. Jógvan kom til Havnar, men eingin Hanus. So fór Jógvan til fútan og fekk lov til at sita við teimum tólv mørkunum, sum hann átti.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017