• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

RÍKI JÁKUP

Jákup bóndi á Selatrað í Eysturoy, kallaður »ríki bóndi« ella »ríki Jákup«, var fátæksmanssonur av Velbastað í Suðurstreymoy. Hann var fyrst húskallur í Hoyvík í Suðurstreymoy og spardi sær fitt saman har av løn sínari. Kenningarær fekk hann at ganga, sum átti annaðhvørt árið tvey lomb, annaðhvørt trý. So giftist hann til Selatraðar. Ógvuliga gírigur maður var hann og kargur, og av tí at hungursár vóru í Føroyurn í hansara tíð, bar tað væl í lag hjá honum at keypa jørð frálíka bíliga, helst fyri gamlan mat: hálvspilt kjøt, fisk, korn og tílíkt. Á henda hátt samlaði hann sær 60 óðalsmerkur og fekk navnið Ríki Jákup. Hann átti mestur alla vestursíðuna av Eysturoynni: Selatrað og allan vegin norðureftir beint í Kollin á Eiði - uttan Oyragarð einsamallan. Á hvørjum ári ferðaðist hann norður til Eiðis til at hyggja eftir øllum tí, sum hann átti, og hvørja ferð, ið hann tá kom fram við Oyragarð, sló hann stavin í garðin av illsinni um tað, at hetta petti skuldi liggja ímillum og hann sjálvur ikki eiga alt.

Ríki bóndi hevði góða eydnu til alt uttan til hønu. Kom hann til at bera kannu av hesum fugli, so doyði.

Um ríka bónda og synirnar - tveir synir átti hann - er eitt tiltikið, sum væl sýnir skapið í hinum gamla. Einaferð, meðan báðir brøðurnir vóru smádreingir enn, hevði annar teirra á orði við hin gamla: “Pápi, lat meg fáa hatta lambið!” “Hvat skalt tú gera við tað?” spurdi hin gamli. “Eg skal drepa tað,” svaraði hin lítli. Tá illbrýnskast Jákup. “Sig, tú skalt sleppa tað upp!” lýddi hin beiggin - hann visti, hvussu pápin var - og hin, ið pápan hevði biðið, so gjørdi. Tá blíðkaðist hin gamli og segði: “Ja, lambið skalt tú fáa.”

Ríki Jákup átti eina dóttur, sum giftist við suðuroyarprestinum Johan Henrik Weyhe, ið var sonur løgmannin Sámal Pætursson og abbasonur løgmannin Johan Henrik Weyhe. Frásøgn er um, hvussu henda giftan kom í lag. Weyhe prestur var trúlovaður við einari prestaeinkju í Hvalbø í Suðuroy, eini ógvuliga rættiligari konu, og gjørdi ferð til Havnar til at taka brúdleypsdrekka út og keypa ymist til brúdleypið, ið ætlan var at halda sum skjótast. Í Havn hitti hann selatraðbóndan við konu og dóttur, og við tað sama fingu tey bæði gomlu, bóndin og konan, ein gandakall úr Suðuroy, sum var ein av bátmonnunum hjá Weyhe, til at ganda prestin aftur at dóttur teirra. Eitt stórt brúdleyp varð hildið í Havn, meðan tey vóru har, og dansað varð í Mortansstovu. Har komu tey saman, Weyhe prestur og selatraðgentan, og sama kvøldið - prestur kendi tá ikki sørt til - vóru tey trúlovað. Dagin eftir, tá ið ølið rann av prestinum, fór hann at hugsa um førning sín og um at sleppa sær suður aftur til Hvalbiar til sína trúlovaðu har. Havnarmenn førdu hann; men tá ið teir komu suður fyri Kirkjubønes, var sjógvurin blóðreyður at síggja, og alskyns ódjór sýndust at svimja omaná, so teir tordu ikki at halda ferðini fram, men vendu aftur. Tá giftust Weyhe og dóttir ríka Jákups alt í einum. So helt Weyhe aftur til Suðuroyar, og nú gekk ferðin væl. Tá ið báturin kom til Hvalbiar, gekk brúðurin hjá presti oman til strandar at fagna honum; men hann segði einki annað við hana, í tí at hann gekk upp frá bátinum, enn hetta: “Fra mennesket haver jeg vendt min hu.” Síðan vildi hann ikki hyggja til hennara, og ikki kundi hann ganga heim í Leirar (prestagarðin) á sama teigi sum hon, men varð at ganga á einum øðrum teigi - so illa var hann gandaður. Sama kvøldið varð hon at fara frá prestagarðinum við øllum tí, sum hon átti. Tólv kýr átti hon; tær læt hann sjálvur loysa og reka út úr fjósinum. Síðan varð hon gift til Gerða í Borðoy í Norðuroyggjum; men altíð segði hon, at tann tyngsta stund, ið hon hevði livað, var tann, tá ið hon stóð í myrkrinum uttan fyri prestagarðin í Leirum, útkoyrd haðani, og við teimum tólv beljandi kúnum uttan um seg. Weyhe prestur fekk stóran arv við dóttur ríka Jákups; men hon var ring matmóðir og oyddi bæði sítt góðs og hansara. Hann kom seinnameiri til prestaembætið í Havn; men ikki batnaði hjá honum har, tí, meðan hann helt gudstænastu í kirkjuni, gjørdi konan stórar veitslur heima fyri vinkonum sínum. Einaferð tók hann til í prædikuni og meinti við húski sítt, at, hvar ið Várharra hevði eina kirkju, hevði fanin eitt kapel tætt hjá. Weyhe var væl umhildin maður, men gramdi seg so illa, at hann fall til drykk.

Annar sonur ríka Jákups, Sakaris nevndur, giftist til Streymnes í Norðstreymoy; annar var eftir á Selatrað. Dóttir Sakarisar giftist til Deildar í Vestmanna. Hana droymdi eina nátt, at ein kona kom til hennara og bað hana kalla barnið, sum hon skuldi eiga, upp eftir henni: so skuldi tað vera lukkubarn, og navnið skuldi vera lukkunavn í fjórða lið. “Tey kalla meg Kristina í Barkhelluni,” legði hon afturat. Barnið, ið konan fekk, var dóttir og nevnd Kristin eftir huldukonuni. Hon giftist til Rógvu í Vestmanna og hevði frálíka eydnu í øllum lutum. Eydnan helt við, til Tummas á Rógvu kom, ið var fjórði maður frá dóttur Sakarisar; tá tók at dala.

Eitt tímaglas, eitt høvuðvatnsegg og eitt arvagull (ein gullpeningur), sum ríki Jákup hevur átt, eru enn til skjals.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017