• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Selatrað

Sambært søgnini eitur fyrsti maður, ið setti búgv í Tórsvík (Hósvík, í Toftum), Tórur, og eftir honum hevur bygdin fingið navn. Tórur sigst vera komin higar, tá ið Haraldur hárfagri var uppi á døgum, og við sær hevði hann fleiri tænastufólk; fleiri teirra læt hann seta búgv ymsastaðni har um leiðir at røkta ognir sínar, tí sambært søgnini legði hann meginpartin av sundalagsjørðini undir seg. Seinni sigst hann hava ognað sær Tórshavn, sum eisni fekk navn eftir honum.

Støðini, hann læt byggja, fingu vanliga navn eftir tí, sum eyðkendi plássið, til dømis varð Kollafjørður navngivin eftir mongu kollunum, ið eru har um leiðir. Selatrað fekk tó norska heitið eftir norska orðinum ”sæter”, sum tá ivaleyst hevur verið skrivað ”zeter”. Har læt Tórur tvey setur byggja (til tvey húski) á einum høvda niðri við sjóvarmálan, róptur norðari Høvdi. Plássið var ikki gott búpláss, men Tórur hevði valt tað, tí haðani sást væl út á hav, og nærkaðust ófriðarmenn, bar til at glaða til Tórsvíkar (Hósvíkar), haðani ikki sást til havs, og tí fingu tey har góðar stundir at tryggja seg fyri vandanum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Marianna Debes Dahl týddi úr donskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017