• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sevlendimaðurin

Søgnin er, at langt aftur í tíðini gingu tveir stórir bátar út frá Selatrað.

Nakað út á árið gjørdist einaferð so illa við, at annar báturin kom at sakna ein mann í fulla bátskipan. Eingin var at fáa í bygdini, og fingu teir tá ein mann úr Sevlendi á Strondum at rógva út við teimum. Hann gekk, hvørja ferð ið útróður var væntandi, yvir í Kolbeinagjógv, og har var hann so tikin við.

Ein morgun hevði hesin sevlendimaður bíðað nakað leingi eftir bátsfeløgum sínum. Beint áðrenn tað degnaði, sá hann bát leggja inn til klettin, har hann plagdi koma at landi. Hann fór út á klettin, tók ímóti og leyp so alt fyri eitt inn í bátin og inn á sessin, har hann vanliga plagdi at sita.

Tá ið tað lýsti, sá hann, at hann kendi ongan av bátsfeløgum sínum.

Lítið og einki varð skift av orðum á vegnum. Hvør maður sat við síni ár, og sevlendi-maðurin sat umframt og hevði sínar tankar um hesa ferð.

Tá ið teir vóru komnir út á hav, bað hann, ið sýndist at vera formaður, hinar um at kasta niður. Sjálvur sat hann við árarnar og andøvdi.

Væl var at draga, og hvønn fisk, sevlendimaðurin dró, skar formaðurin niður á nakka.

Eftir stuttari tíð høvdu teir fingið so mikið, at báturin var vorðin nóg tungur. Og so varð róð heim aftur.

Fyrsta orðið, ið sagt var til sevlendimannin, kom frá formanninum, tá ið teir á heimvegnum vóru komnir norð fyri Kolbeinagjógv. Hann spurdi, hvat ið sevlendimaðurin helt um henda dagin.

“Tungur er tigandi róður”, svaraði hann aftur, men helt annars fyri, at hann ongantíð hevði verið við at floytt bát so skjótt sum henda dagin.

So varð lagt at landi í sama staði, har ið hann var komin við. Hann fór fram og tók ímóti. Og hinir kastaðu so upp á land tann markaða fiskin. Men áðrenn hann koyrdi bátin frá landi, segði hann, at hvastið sítt lá eftir á remmuni, og bað formannin handa sær tað.

Tá segði formaðurin: “Tað var eydna tín, at tú bað um tað og nevndi tað hvastið”, og hvastið var flýtt honum upp í hondina. So fór báturin út frá aftur.

Sevlendimaðurin fór nú niðan eftir leypinum, sum hann um morgunin hevði sett uppi undir bakkanum; hann fekk sær samtíðis ein bita. Men tá ið hann kom oman aftur eftir veiðini, var eingin fiskur at síggja.

Hann helt tá hart fyri seg sjálvan: “Ongantíð hava huldumenn borið orð fyri at verið óærligir.”

Síðani fór hann nakkalangur til hús. Men tá ið hann kom inn í roykstovuna, lá fiskurin á gólvinum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017