• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

SKÆLINGSBÓNDIN OG DALABÓNDIN

Skælingsbóndin og dalabóndin í Streymoy trættust um Skoradal. Fyri at enda stríðið gjørdu teir av sínámillum, at teir skuldu ganga saman at berjast, og tann av teimum, ið vann, skuldi eiga Skoradal. Teir skuldu møtast á teirri syðru eggini, kallað Vatndalsegg (Skoradalsegg er hin norðara). Kvøldið fyri tann ásetta dagin fór skælingsbóndin á eggina til at leggja seg, at hann kundi vera hvíldur um morgunin, tá ið dalabóndin kom. Ein son hevði hann við sær, sum hann krógvaði. Tíðliga á morgni fór dalabóndin heimanífrá. Hann hevði ein frálíkan húskall, og hesin húskallur strongdi á til at sleppa við honum, tí hann grunaði svik; men bóndin noktaði honum. Við tað sama ið dalabóndin kom, ruku teir saman at berjast, skælingsbóndin og hann. Hvør teirra hevði hund og øksi við sær. Dalabóndin var sterkari; men nýkomin sum hann var av tungari gongu og einsamallur, meðan hin var ómóður og hevði sonin til hjálpar, varð hann at liggja undir. Hinir drópu hann; men áðrenn hann doyði, bað hann teir bera seg norður á Skoradalsegg og grava seg har á Stroyggiskletti. Tað bæði lovaðu og gjørdu teir, og enn vísist leiðið, ein lítil høvd, á eggini. Soleiðis fekk skælingsbóndin allan Skoradal.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017