• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Brøðraboði

Millum Skælings og Leyna er inni við land ein fles, sum nevnist Brøðraboði (Brøðrafles). Navnið skal vera komið av, at tveir brøður á Skælingi eina ferð róðu upp á boðan og umkomust.

Um somu tíð, sum faðir til hesar dreingir misti synirnar, hevði hann nógva aðra óeydnu við sær. Fleiri kýr doyðu, og illa livdist í húsinum um sama mundið.

Og alla hesa óeydnu, ið við eitt kom yvir hesi einu húsini, fekk eitt konufólk á Skælingi, sum segðist at duga gand, skyldina fyri.

Einaferð í hesum viðfangi kom Guttormur í Múla til Leyna á ferð til Mykinesar. Tá ið hann í Leynum fekk at frætta um skilið á Skælingi, fór hann til Skælings at hoyra meiri gjølla um teir vanlukku tilburðirnar. Tann gamli maðurin, ið hevði verið fyri øllum óhappum, bað tá Guttorm fyri Guds skyld um at hjálpa sær; tí tað var næstan ikki dagur, at ikki okkurt gekk honum ímót.

Guttormur bað tann gamla lata seg fáa fatur á eina kettu. Men av tí at eingin ketta var í húsinum, vórðu boð send til Leyna eftir einari. - Tá ið Guttormur hevði putlað eina løtu við kettuna og var farin av stað aftur, hendi ikki meira ilt.

Søgn er, at tá ið gandakellingin á Skælingi var deyð og varð borin av Skælingi til Kvívíkar, tá var líkkistan so tung at bera, at menn ofta máttu taka sær hvíld á vegnum. Einaferð, ið hvílt varð - tá teir vóru komnir til Ravnagjógv - komu tveir ravnar og settu seg á kistuna. Tá ið teir høvdu sitið har eina løtu, flugu teir niður í gjónna og sóust ikki aftur.

Aftaná hetta lætnaði kistan so mikið, at hon gjørdist vanliga tung at bera.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017