• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Byggingini av Skálabotni

Í Mikkjals tíð (Mikkjal var sonur løgmann og kongsbónda Jógvan Heinason í Lamba og eina tíð sýslumaður í Eysturoy) hendi ofta, at menn av fyllskapi fórust á ferð millum Funningsbotn og Skálabotn.

Fyri so nógv sum møguligt at byrgja fyri lívláti har um leiðir, vildi Mikkjal hava fólk at seta búgv í Skálabotni. Hann bað Knút á Skála, sum var kendur fyri at vera nærlagdur og dugnaligur, um at seta búgv har. Knútur, ið var bróðir tann av løgrættinum deyðsdømda og síðani dripna Borgaran á Skála, tók við boðunum undir teirri treyt, at hann fekk nakað av kongsi í festi úr einum festigóðsi á Skála, og í sýslumanni Mikkjals tíð fekk hann umframt nakað lítið av peningi árliga.

Søgnin sigur, at Knútur í Skálabotni var fyrsti maður í oynnum, sum átti karðar. Av tí komu ár og árliga nógv fólk til hansara fyri at fáa ull sína karðaða. Í teirri tíðini brúkti fólk annars í staðin fyri karðar teir sonevndu tókambar.

Tað sigst, at Høgni bóndi í Stórustovu í Oyndarfirði, sum tá í tíðini var av størstu bóndum, læt alla sína ull karða hjá Knúti.

Kongur Kristian IV fekk rokk og strá ført inn á oyggjarnar úr Skotlandi. Hann fekk tveir skotar til at læra føroyingar at spinna. Og tað slagið av rokki, ið vit enn brúka í Føroyum, verður tí nevnt skotarokkur.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017