• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Niðagrísur og Loddasar steinur

Niðagrísur er lítil, tjúkkur  og bøllutur, sum eitt lítið reivabarn ella stórt noða, dimm-morreyður av liti.  Hann sigist at vera,  hvar nýfødd leysingabørn eru dripin og grivin uttan at hava fingið navn. Hann liggur tí og veltist fyri fótum á monnum at villa teir burtur av leið; sleppur hann ímillum føturnar á manni, gongur maðurin ikki av ári.   

Í bønum við bygdina á Skála í Eysturoy stendur ein steinur, sum kallast Loddasar steinur; har lá ofta ein niðagrísur fyri fótum á fólki, sum ferðaðist har í myrkri; ein maður,  sum gekk har eina ferðina og hevði mein av niðagrísinum, varð illur og segði tá:  ”Hasin Loddasin!”, og tá gróv hann seg niður í jørðina við steinin og sást ongatíð aftur, tí tá hevði hann fingið navn.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017