• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ormur bóndi á Skála

Ein illgerningamaður er tiltikin í Føroyum, Ormur bóndi á ytra Skála í Eysturoy. Hann var stórur og sterkur, og hann átti nógva jørð. Ikki fekst hann við at rógva út og liggja á sjónum, men tí meira hugsaði hann um seyðin, og tá ið hann ikki nendi sær at taka av sínum, stjól hann frá gronnum sínum í haga teirra, tí lítið tóktist honum vera vert at liva, tá ið einki var kjøtið at eta.

Pætur bóndi í Funningi var ein granni hansara. Ormur var ofta inni í haga Funnings-bóndans at ræna seyð frá honum. Eina ferðina gongur Pætur í haga sínum, og har sær hann Orm ganga og beita hund sín efter seyði, men hann visti, at hann misti lív, duldi hann ikki fyri, at hann hevði sæð Orm á ólógligum vegum; hann hugsaði tí at sleppa undan honum og gekk burtur haðani; men Ormur fór beina leið leypandi eftir honum. Pætur gekk spakliga fram eftir og lætst, sum hann sá hann ikki. Ormur kom nú fram til Pæturs og segði góðan dag við hann, og hann leit tá aftur um seg og segðist verða bilsin, tá ið hann hoyrdi mál aftan fyri seg, tí at hann hevði ikki væntað at møta nøkrum manni har. Ormur spurdi hann nú, um hann hevði ikki sæð seg fyrr enn tá. Pætur noktaði  fyri og segði, at tí hvøkk hann upp, tá ið Ormur talaði til sín. Ormur svaraði, at hvørt enn var, skuldi hann nú svørja honum trygdareið, at hvat hann sá hann frá teirri stund gera, skuldi hann ikki kunngera nøkrum manni tað; - svór hann ikki hetta dýrt, skuldi hann  ikki sleppa undan við lívinum. Ormur stóð nú við øksi í hendi og hótti við at drepa hann; Pætur visti tí eingi onnur ráð at bjarga lívinum uttan at svørja, og soleiðis slapp hann frá Ormi hesa ferðina.

Nøkur tíð leið eftir hesi viðurskifti, tá fór funningsbóndin til  Havnar; men hann hevði so nógv at avreiða og annað um at vera har suðuri, at hann slapp ikki norður aftur í funningsbátinum, og bað sær far hjá havnarmonnum, sum fluttu hann inn á Strendur nakrar dagar seinni, og haðani fór hann so til gongu norður eftir oynni. Hann gekk nú beina leið til Skála, og av tí breytin lá fram við húsunum hjá Ormi á ytra Skála, tordi hann ikki annað enn at fara inn til Orms at vitja hann. Ormur var einsamallur heima staddur og var við at turka korn í roykstovuni; - einki var sodnhús har,  og tí nýttu teir roykstovuna og turkaðu á hjalli, so at tvær styttur vóru settar at styðja undir ytru endarnar av honum; so var kornið lagt á hjallin og eldur kyndur undir.

Ormur var bæði blíður og týður við Pætur og beyð honum at fara uttar í glasstovuna; har borðreiddi hann fyri honum og legði kjøt og sviðin seyðarhøvd fyri hann; men til vanlukku hevði Ormur ikki hugsað um at skera oyruni frá, og Pætur sær nú funningsmark sítt á oyrunum; hann hevur tí lítlan hug at eta og sigur umsíðir við seg sjálvan: “Seigt er slíkt”.  Ormur svarar aftur: “Et tú, væl er kókað!»” Pætur sigur nú, at tað var ikki tí, at sær beyð við at eta, at tað var ikki væl kókað, men tað var tungt at eta sítt og tað stolið. Nú Ormur hoyrir, at hann brigslar honum stuldur, trívur hann øksina og setst á gáttina beint í durunum at brýna hana. Pætur veit sær nú ongan veg at sleppa út frá Ormi lýtaleysur. Tá fell honum tað í huga at taka upp borðfjølina av borð-stólinum og kasta niður á Orm, so at hann kundi sleppa út um hann uttan at fáa mein av honum. Hann so ger, førir borðblaðið millum sín og Orms í durunum og smoyggir seg so út við liðina á honum inn í roykstovuna; har trívur hann um styttuna, so at alt kornið datt niður á eimingin í sodnkerinum; hann sprakk nú  á dyr og tók sum harðast at renna upp móti brekkuni.

Tá ið Ormur var sloppin undan borðfjølini, var Pætur horvin; - hann var so vitleysur av øði, at hann gav tí ikki gætur, hvat skaðaverk Pætur hevði gjørt í roykstovuni, men sprakk  á føtur  sum  skjótast út eftir honum. Fyrst beitti hann hundin eftir honum, men Pætur hevði tikið við sær ein válgara og blakaði til hansara, og so legðist hundurin at eta hetta feita kjøtið.

Pætur var fimur á fótum og komin so væl á leið undan honum, at tað var ikki gott hjá Ormi at fáa fatur á honum. Tó nærkaðist hann Pætri meir og meir; Pætur vendi sær nú við og rópaði til Orms: “Hygg aftur um teg - eldur er í skálanum!” Nú Ormur hetta sá, at login stóð upp úr húsunum, fór hann sum skjótast heim aftur, og Pætur slapp heilur frá honum hesa ferðina. Men tá ið Ormur kom oman aftur, lógu húsini øll í koli, og av tí kallast bygdin síðani “á brenda Skála”.

Stutt eftir at hetta barst til, fann funningsbóndin Orm  aftur í haga sínum, hvar hann hevði bundið nakrar seyðir, sum Pætur ikki ivaðist um vóru sínir, men hann hætti sær ikki at geva seg í holt við hann har og tók tí leiðina til Funnings; báðir riðu, og Ormur reið eftir honum, til hann kom at Funningskleiv, tá tordi hann ikki fara longur fram, tí har sæst bygdin, og hann kvíðaði nú fyri, at funningsmenn vildu koma  at hjálpa Pætri og grípa Orm hin freka ránsmannin.

Nú sigist frá, at Ormur leitaði inn í haga oyrarbóndans at stjala seyð og ræna, sum hann  var vanur. So bar til ein dagin, at oyrarbóndin var burtur í haga at seyði við syni sínum.    Teir møta har Ormi, sum  hevði tikið eina stóra morreyða ær.    Jógvan, oyrarbóndin, leyp av illsinni inn á Orm; teir bardust leingi; umsíðir fekk hann Orm at signa á  knæ;  men hann mátti brúka báðar hendur at halda honum  og bað tí sonin draga sær knívin úr slíðrunum;  men pilturin  ræddist at koma nær Ormi og rann tí at fjala seg í eini gjógv stutt haðani.

Meðan ið Ormur nú lá undir og ikki  kundi sleppa uppaftur, fór hann at lova fjendanum ytsta liðið av lítla fingri, um hann vildi hjálpa honum  úr hesum vanda.    Tá ið hann hetta  hevði lovað,  styrknaði hann so mikið, at hann fekk kastað oyrarbóndan av sær og drap hann nú við øksini, tók klæðini av honum og blakaði líkið í eina á undir Typpafossi.   

Hann fór nú at leita eftir dreinginum, sum var kropin niður á eina torvu í  gjónni. Ormur hættaði sær ikki at fara oman eftir honum,  tí at har var bratt og illgongt; hann fór tí at velta grót niður á hann, so at ein stórur steinur kom á hann og tók hann út av torvuni; - hann datt tá deyður niður í ánna. Ormur kleiv nú har oman og tók klæðini av  honum, legði tey og ærina á hestbakið, setti seg oman á og reið so heim. Hann var móður og legðist at sova, men rópaði hart í dreymi:  “Klæðini liggja undir kvørnini, og kropparnir undir Typpafossi!”.   Húskallarnir hoyra hetta, rannsaka undir kvørnini og finna har klæðini, sum teir kendu, at oyrarbóndin og sonur hans høvdu átt; tey vóru smurd í blóði. Teir fara nú inn til Typpafoss, sum er um ein fjórðing upp av Skálabotni (í útnyrðing av honum); har finna teir bóndan  og sonin dripnar og naknar.

Hesi tíðindi bera teir sum skjótast til løgmans; løgmaður stevnir Ormi, løgrættismonnum og øllum vitnum inn á Stevnuvál, sum var tingstaður hjá eysturoyingum; válurin er ímillum fjarða (Skálafjørður og Funningsfjørður) ein fjórðing norðan fyri bygdina í Skálabotni. Har komu mangir saman at vitna móti Ormi, funningsbóndin var staddur hjá; men hvørja ferð løgmaður spurdi hann, hevði hann hendur aftur um bak og vísti við fingrinum á Orm, av tí at hann tordi ikki siga  frá nøkrum ella vitna, bundin sum hann var av eiðinum, hann hevði svorið Ormi, sum frá er sagt áður.

Ormur sat kvirrur á tingstaðinum, til tess løgmaður kunngjørdi dómin; allir løgrættu-menninir hildu tað vera ivaleyst, at Ormur var banamaður oyrarbóndans, og teir dømdu hann tí til deyða. Men tá ið løgmaður vildi lýsa dómin og segði:  “Av  sonnum ætlum vær teg hava verið hesum monnum at bana.” Tá sprakk Ormur á føtur, tók hest sín, og tvísporandi fór hann av stað út ímóti Skála.    

Løgmaðurin sendi nú tríggjar teir raskastu løgrættumenninar eftir honum á teimum bestu rossunum, har vóru stødd; - hann beyð teimum at taka Orm livandi ella deyðan. Teir vóru Ormi so nær, at teir altíð høvdu hann í eygsjón, tá ið teir vóru ein fjórðing innan fyri  Skála, legðist ein hestur fyri hjá teimum, og tá mátti maðurin ganga. Nakað nærri bygdini á Kumlabarmi datt annar hesturin, sum løgrættumenninir høvdu at ríða á, og hin triði var útlúgvaður á Hóraheiðum; - nú gingu teir allir. Ormur sær hetta og ríður beina leið til fjals, men á Válsbrekku legðist hesturin fyri og orkaði ikki longur at bera hann. Ormur mátti nú brúka beinini, men ein av løgrættumonnunum var skjótari á føti og treystari at renna móti brekkuni og rann væl inn á hann; á Sellátraskarði var hann Ormi so nær, at hann tók knív sín, kastaði seg fram eftir rommum og fekk skorið hælsinuna yvir á øðrum fótinum; Ormur fell tá til jarðar. Teir tóku hann, fingu ross at bera hann og fóru so við honum á tingstaðin; tá var Ormur nær um deyður av máttloysi.

Hann var nú dripin, og teir gróvu hann niður við Stevnuvál, hvar hann kundi  síggja í allar teir hagapartar, hann hevði stolið í. Og nú er sagt frá Ormi bónda á Skála.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017