• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Býttlingasøgur

Nógvar skemtisøgur ganga um skarðsmenn í Norðuroyggjum og óvitsku teirra í gomlum døgum líkasum um fámningar í Suðuroy.

*

Mánin sást av Skarði í Kunoy eitt kvøldið á fjallatindinum sunnan fyri bygdina; - hvør ið tá hevði verið har uppi, kundi tikið hann við hondum og havt hann oman við sær til Skarðs; tað hevði verið vorið sum hent, hildu teir, at hava hann hjá sær tey longu vetrarkvøldini;  tá vildi tað ikki saka mikið, um einki var lýsið at lata á koluna, - tann stóri skínandi mánin kundi lýsa fyri teimum. Teir halda tí vera ráðiligt, at allir gonguførir menn í bygdini skuldu fara á fjall eftir mánanum og fáa hann til sín at spæla sær við sum leika og at hava til at lýsa altíð har. Teir so gera, glaðir yvir hetta vituga ráðið, og fara sum skjótast upp á fjallið, hvar máni lá, men, ass! tá ið teir komu har upp, var eingin mánin longur á fjallinum, hann var farin høgt upp í loft undan teimum og horvin longur suðureftir, so at eingin hevði so langar  armar,  at hann kundi røkka at taka hann. At fara omanaftur í bygdina við ongum mána hildu teir vera ov stóra skomm; teir fara tá til stroks aftur á ein hærri tind, sum syðri var og hugsaðu, at har mundu teir fáa hann, og tað sá væl út fyri, at hetta skuldi lukkast  teimum, tí alt sum teir komu longur oman av tindinum, alt meira signaði mánin aftur niður á henda syðra tindin, og nú uggaðust teir og runnu tá alt teir  vóru mentir upp á henda tindin; men tá ið teir vóru komnir upp á hann, var mánin aftur horvin. Teir trúðu nú, at mánin mundi ræðast teir, og fóru at renna av einum tindi á annan og rópaðu allir so blídliga teir kundu:

 «Máni, máni, kom í mína brók,
tú skalt fáa smørklíning í bót”.

Men mánin vildi ikki goymast í skarðsmanna brøkur og ikki hava teirra smørklíning, men fór fram sína leið at lýsa fyri øðrum enn teimum; útlúgvaðir og deyðmóðir komu teir til húsa, men ongan mána høvdu teir  aftur við sær.

*

Ein morgun um sólarrenning kom ein maður eystanífrá gangandi til Fámjins. Nú hann kemur oman eftir seinastu brekkuni og nærkaðist bygdini, sær hann eina gentu í tí húsinum, ið næst lá við breytina, ganga stákandi út og inn við einum trogi í hondunum. Hann sær, at trogið er tómt, og spyr tí, hvat hon hevði at starva. Hon svaraði, at hon bar náttina út og dagin inn, at dagsljósið kundi  koma inn í stovuna.

*

Eitt kvøld var logn á pollinum í Fámjin, og mánin speglaðist so reyður í sjógvin. Ein fámningur hevði hoyrt gitið um ein stórhval, sum eitur royður, og nú hann sá hetta reyða glitrandi á sjónum í pollinum, fór hann um alla bygdina og rópaði: ”Royður er komin á pollin,  verið skjótir oman at sláa hann og býta hann ímillum okkara!” Hann visti, at kópar ofta á flóðini komu um rivið inn á pollin; tá ið hann so fjaraði sjógvin, og tað varð grynri úti á rivinum, vildu kóparnir aftur søkja út á dýpið í víkini, og tá vóru fámningar vanir at fara út á rivið  og sláa kóparnar,  í tí teir skuldu fara upp um rivið. Nú hoyra fámningar, at tað er ikki sum vanligt ein kópur, men ein stórhvalur, sum er á pollinum, og teir eru so fegnir um hesi boð, at teir skunda sær at stoyta kornið úr tunnunum í ánna, at teir kundu hava hesi tómu ílátini  at skera spikið av hvalinum niður í; - hvalurin vildi geva teimum tað, ið meira var vert enn nakrar tunnur av korni, bæði spik og tvøst. Teir fara nú út á riv við gassum, knívum og øðrum amboðum til at fáa hvalin dripnan og býttan sundur; - men nú var illa vorðið, - eingin hvalur og einki at fylla í tær tómu tunnurnar, og snópnir máttu teir tá fara við ongum aftur til húsa.

*

Eina ferðina fram ímóti sólsetur vóru nakrir fámningar staddir úti í túni, og tá ið sólin var um  at søkka í kav har vestur fyri bygdini  og vóð í havbrúnni so stór og reyð, kom eitt stórt skýggj fyri hana, og tað sá so ógvuliga undarligt út. Ja, sum vera mundi, frættist   tað  skjótt inn í húsini, at nakað sjáldsamt var at síggja, og tá ið tílíkt var í vón í Fámjin, vóru bygdarmenninir av forvitni ikki seinir á fótum at tyrpast saman og njósnast um, hvat ið vera mundi, sum dró fólk saman í flokk. Allir koma teir nú út at hyggja at hesari undursjón vestur í havi, og allir vildu fegin vita, hvat hetta stóra skínandi mundi hava at týða, ið teir høvdu í eygsjón. Teim var ymist á máli um  hetta:  ein segði  tað   vera   eitt  djór, sum gekk eftir havinum  og gloypti sólina, ein annar helt tað vera eitt fjall, eina flotoyggj, og mangt annað, líkt og ólíkt, var borið upp. Av tí, at eingin vildi víkja frá sínari meining, komu teir upp at kjakast, og  so  harðliga trættu teir, at teir vóru úti við at koma upp at berjast. Tá tók ein av teimum friðaligastu millum teirra til orða, at bestu hyggjuráðini mundu vera at fara eftir Rannvá hini gomlu. Hon var tá sum  skjótast borin út, og tá ið hon hevði hugt eina  løtu at tí, ið ófriðin voldi, segði hon: ”Hetta er Klæmintskirkja, ið upp kemur úr havi”. Hetta trúðu nú allir mundi vera satt mælt, og í tí troysti tagnaðu teir allir og fóru í frið inn hvør til sín,  tí  hon  var hin vísasta í bygdini, og eingin ivaðist um, at hennara orð  ikki skuldu vera tað rætta.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

Slóðir
Viðkomandi sagnir
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017