• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

HULDUMAÐURIN í GULLSTEINI

Í Skarvaneslíð í Sandoy er ein steinur, sum rópast Gullsteinur. Har búði huldumaður í á sinni, sum gekk nógv eftir konu Ásbjarnar á Skarvanesi. So nærsøkin var hann, at hon noyddist at hugsa um ráð, hvussu hon skuldi fáa vart seg fyri honum. So ein dagin fór hon til hansara í steinin, gjørdi seg ógvuliga blíða og bað hann leggja sær ráð ímóti trøllum, tí tey gingu so hart at einari kúgv, ið hon átti, at kúgvin var vorðin reint trølsk. Huldumaðurin var fegin at hjálpa henni — tað var meira enn at siga tað — og bað hana binda gøtubrá uppá kúnna (gøtubrá høvdu tey gomlu ofta uppi á sær til verju ímóti gandi). Men best sum hon er heim komin, bindur hon gøtubráina uppá seg sjálva. Tá ið huldumaðurin kemur aftur til hennara, sleppur hann ikki at henni og sær nú, at hann er narraður. Tá segði hann;

“Skamm fái tú spyrjandi!

Tví vorði mær sigandi!

Kú skyldi,

kona sjálv hava vildi.”

 

So rýmdi hann og slapp ongantíð aftur at henni.

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017