• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Írakøstatoftir

Áðrenn norðmenn komu til Føroya, sigast tríggjar írskar slektir at hava búð umvið ein kilometur fyri innan Skipanes. Søgnin sigur, at seinni skuldu hesar slektir saman við øðrum vera fluttar heilt inn í botnin.

Eg havi verið har og sæð hetta fyrra plássið, ið nevnist írakøstatoftir. Har kundi síggjast skilliga ein toft. Í fýrkant var hon 7 alin í ummáls, máld innangrunda. Hinar toftirnar kundi eg ikki síggja rættuliga, hóast eg fleiri ferðir ivaðist í, um ikki skamt frá hesi toft vóru líkindi fyri, at aðrar toftir høvdu verið. Her, hvar toftirnar skuldu vera, hava menn í seinni tíðini havt tarakøstar, so eyðvitað er, at túsund ára gamlar toftir kunnu ikki undir slíkum viðurskiftum halda sær.

Sandurin niðan fyri henda gamla írabýling nevnist írasandur ella írakøstasandur; har skal leggja upp nakað av tara.

Eftir føroyskum viðurskiftum er jørðin um íratoftirnar væl evnað til velting av korni. Bygg er einasta slagið av korni, ið lættliga trívst her á landi, og var tað byggið, sum í teirri gomlu tíðini eina varð velt í Føroyum.

Av hesari og øðrum tílíkum orsøkum er tað skilligt, at teir elstu íbúgvarnir vóru ansnir um, hvar í oynnum teir settu upp skjøldur síni.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Slóðir
Viðkomandi sagnir
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017