• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sápulin

Eitt summarið herfyri fór Jákup Hansen á Gørðum í Søldarfirði við átjan ára soni sínum út á Rituvíksháls miðskeiðis millum Heiðarnar og Rituvík at skera torv í tí sonevnda “Mýruhaga”, sum hoyrir til Toftir.

Meðan sonurin stóð og skar, helt hann við faðir sín, at á botninum í grøvini sýndist at liggja nakað av rustaðum jarni. Jákup kom til, og helt tað vera gátuført, at jarnpettir kundu vera at finna so langt uppi til fjals og undir mónum.

Hann bað sonin halda fram við at skera, til jarnið kom heilt undan. Og hin so gjørdi. Tað vísti seg so, at tað var ein bogasápul, “krumsabel”, sum tað nevnist á donskum, ið teir vóru komnir niðurá. Hann var boygdur um tveir tummar upp á longdina; longdin var ¾ alin, breiddin 1 1/2 tummi. Hann var so illa viðfarin av rusti, at hann fór heilt sundur, tá ið Jákup tók hann upp; bert eitt lítið sindur av órustaðum stáli var eftir.

Mógvurin, ið lá yvir sáplinum, var umframt svørðin 20 tummar; men av tí, at fyrr hevur verið skorið í torvskerahædd á sama staði, má djúpdin hava verið ógvuliga stór. Hesin forngripur varð funnin í eini ás, so neyvan kann vera møguligt, at mógvur omanífrá kann vera skriðin niðuryvir.

Umframt stríð sínámillum hava føroyingar í gomlum døgum ofta brostið saman við fremmandar sjórænarar og illgerðarmenn.

Í grannahøgunum á Glyvrum, í Lamba og Skálafirði kunnu síggjast pláss, har menn skulu hava verið í bardaga, og har teir, ið fullu, skulu vera grivnir. Á eystursíðuni í Glyvrahaga, við Lambavík, finnast enn tvær toftir, har tey á Glyvrum, ið røsk vóru, kundu flýggja fyri ófriðarmonnum. Tey, ið ikki vóru ment at flýggja so langt, krógvaðu seg í eini holu í Skotarók - í aðrari síðuni á gjónni, sum er beint niðan av bygdini, umvið 400 favnar at ganga frá sjónum.

Tað er trúligt, at ein bardagi kann hava verið, her tann frammanundan nevndi sápulin varð funnin, og at ein av teimum, ið eftir vóru á valinum, kanska ein turkur, er jarðaður her saman við sápli sínum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017