• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Skjótt gekk tað fyri seg

Ikki er altíð skjót gerð skitið verk. Ofta hava trúlovilsi gingið skjótt fyri seg. Her skal gevast eitt dømi upp á, hvussu kom at vita í við Niklasi:

Ognarbóndi Heini í Sørvági bleiv gamal drongur. Tá ið hann einaferð hevði verið í Miðvági, snakkaði hann við pápa til ein drong, ið æt Niklas, sum honum dámdi sera væl, og bað hann um at lata seg fáa Niklas eina tíð at hjálpa sær. Tá drongurin hevði verið nøkur ár, og Heini bleiv við at dáma hann væl, bað hann dreingin um at blíva hjá sær.

Tá ið Niklas var blivin so gamal, at Heini helt, at hann vildi giftast, spurdi hann Niklas, um hann hevði tiltonkt sær nakra gentu. Nei, segði hann. Heini gav honum tilboð við freistandi korum, t. d. at hann skuldi fáa alt, sum hann átti, um hann vildi gifta seg við einari dóttur, sum hann átti; men tað svaraði Niklas einki til. Aðrar treytirnar vóru: “Tekur tú tær ta gentuna í Lon í Vestmanna, sum mær dámar rættiliga væl, so skalt tú fáa alt, sum eg eigi, uttan eina hálva mørk og helvtina av pengunum.”

Næsta leygardag gjørdi Niklas seg til og fór til Vestmanna. Tá hann var komin inn í Lon, segði hann síni ørindi líka í stundini, men fekk tað svar, at gentan var hjá neytum, og at hon var nú so gomul, at hon mátti ráða sær.

Niklas bleiv so boðin inn í stovuna til at fáa sær nakað at eta. Í tí, hann sat har innari og fekk sær, kom gentan aftur. Nú hoyrir hann, at tey har uttari snakka við hana, hvussu vorðið er, at ein fríggjari er komin til hennara og biðja hana fara at pynta seg. “Nei,” segði hon, “vil hann ikki síggja meg í hesum klæðunum, eg eri í, so er best, at hann fer avstað aftur.”
 
Hetta svarið dámdi Niklasi væl, og gentan kom alt fyri eitt inn í stovuna. Niklas steðgaði ikki á við ørindum sínum, sum blivu væl fagnað.

Fróur var fríggjarin, tá ið hann kom heimaftur, og helt við Heina: “Nú mátti verið væl hjá mær, nú eigi eg jørð, pengar, hús og gentu.”

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017