• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Svendsen

Niclas Hansen í Sørvági gekk burtur í Dreygarsundi fyri mongum árum síðani. Hann var giftur við Elsu Malenu uppi á Gørðum í Kollafirði. Hann skal hava sagt frá, at hann og ein annar einaferð fóru til Miðvágs eftir prestinum Svendsen til eina konu í Sørvági, ið vildi verða bírættað.

Tá ið teir allir vóru aftur á veg til Sørvágs, komu teir fram við eitt pláss, ið kallast Kvíggja; har stóðu fleiri gróthús. Í tí teir komu har - prestur reið fremstur - síggja hinir báðir tvey ljót skepilsir koma út úr einum gróthúsveggi. Tey vóru lítil at byrja við, men vuksu skjótt fyri eygunum á teimum. Tey vóru kolsvørt á at líta og einki dámilsi sýndust tey at hava. Tey sýndust sum tilvaksin við longum trafsum.

Fyri teimum kom tað so fyri, sum trøllini stillaðu seg hvørt við sína síðu av presti. Og tað sá út, sum um tey royndu at toga í hann.

Prestur steðgaði, fór niður av rossi sínum, tók hattin av høvdinum og nevaði ímóti hesum løgnu skepilsum.

Tey fóru tá kvikliga innaftur ígjøgnum veggjaholurnar, har tey vóru frá komin.

So riðu teir longur fram á vegin.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017