• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dulurin

Eina ferðina í forðum var hungursneyð í Føroyum: felli hevði verið á seyðinum, kornið var ikki búnað, og einki var at fiska á sjónum.

Í Vágum sigist neyðin at hava verið hin størsta, tí at tað var langt síðani, teir høvdu fingið nakað á teim góðu miðunum vestur í havi og víðari á várgrunnunum - ikki eitt æti fiskaðist; - teir royndu at rógva út, men komu sørir aftur. Har vesturi gekk nú ein fátækur maður tungur og sorgarbundin og kærdi sína neyð; - hann átti mong smá børn, men visti  sær ongar vegir, hvussu hann skuldi fáa ein bita at leggja í munnin á børnunum.

Meðan hann nú so gekk í døpurhuga og ráðloysi og klagaði yvir lagnuna, sum var so óblíð, at hann skuldi svølta børn síni í hel og doyggja sjálvur í hungri, møtir hann  einum huldumanni, sum spyr hann, hví hann tóktist so illa hýrdur, og hvat var honum at meini. Vágamaðurin sigur honum nú frá, hvussu illa hann var staddur. Huldumaðurin svarar honum, at synd var í honum, at hann skuldi tola tílíka neyð, tí ikki treyt fiskurin, tá ið teir høvdu dugað at finna á hann, og tí vildi hann nú siga honum, hvussu miðið átti at verða lagt: “strykkjur í Dali, túgvan á Harðavølli, áin í tanga - har skalt tú fiskin fanga - tugt jarn og troðið; - hann, ið ikki fiskar tá, er feigur.”

Men tá ið huldumaðurin hetta hevði sagt, hvarv hann brádliga uttan at týða hesi duldu orðini og hesi ókunnigu nøvnini. Tó legði maðurin sær væl í minni, hvat sagt var, og fór at grunda yvir hetta, og um langt og leingi helt hann seg nøkulunda hava fingið skil á, hvar miðið mundi vera; gomul fólk í bygdini kendu nøvnini og vistu at siga honum, hvar hesi ýtini skuldu finnast. Men nú var eftir at fáa at vita, hví huldumaðurin hevði nevnt “tugt jarn og troðið”. Um síðir datt honum tað í huga, at tugt jarn kundi vera meilin á einum boygsli, og troðið jarn kundi vera hestaskógvur; hetta tók hann og gjørdi sær onglar av.

Tá ið hann nú er liðugur við hetta verkið, manna teir bát til útróðrar og leggja mið,  so sum vágamaðurin hevði úttýtt orð huldumansins. Hann gav øllum bátmonnunum onglar, sum hann sjálvur hevði smíðað av meiliboygslunum og hestaskónum, og so kastaðu teir niður. Teir vóru komnir á tað rætta miðið, og ikki høvdu teir sitið har meir enn eina góða løtu, fyrr enn báturin var søkklaðin av fiski.

Teir róðu nú fegnir heim av hesum miðinum, sum enn á døgum  kallast Dulurin eftir huldumanninum; hagar søkja menn javnliga enn. Á heimferðini róðu vágamenninir fram við ein bát, teir ikki kendu, og var tað huldubátur; formaðurin reisti seg upp úr rongini og segði við vágamannin: “Eydnumaður ert tú, væl var týtt, og væl  var miðið funnið”; báturin hvarv úr eygsjón og sást ikki aftur. Men útróðrar-menninir úr Vágum vóru glaðir at hava nakað at geva konum og børnum tað kvøldið og síðari.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017