• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skarvur og æða

Skarvur og æða vildu bæði hava dúnið; tað var  boðið øðrum teirra at fáa tað, og sjálv skuldu tey sameinast um, hvørt teirra tað skuldi vera, sum ognaðist tað.  Men hetta bar illa í lag at sameinast um, tí hvørki vildi víkja fyri øðrum - bæði vildu líka fegin hava dún.

Fyri nú at hesin drátturin ímillum teirra skuldi fáa enda, og tey ikki bæði skuldu missa dúnið, so at tað kom hvørgum teirra til gagns, samtyktust  tey um tað ráð, at tað av teimum, ið fyrri vaknaði næsta morgun og segði hinum frá, tá ið sól rann upp um havsbrúnna, tað skuldi eiga dúnið at verma seg við.

Tey settust tá bæði skarvurin og æðan í urðini hvørt javnt hjá øðrum, tá ið aftnaði dagur.    Skarvurin visti væl, at hann var vanur at vera tung-svøvntur og hevði ilt við at vakna, tá ið hann var sovnaður fast; í ótta fyri ikki at vakna um sólarris, ætlaði hann sær ikki at sova alla náttina; tá helt hann mundi vera ivaleyst, at hann fekk dúnið, sum væl var vert eina vøkunátt.   Og nú settist skarvurin so errin av tí, at hann, sum annars nevndist svøvnskarvur, ikki skuldi blundast alla náttina, og æðuna sá hann sita hjá sær í fasta svøvni.

Tað gekk toluliga væl fyrra partin av náttini, men tá ið longur leið út, fór hann at tyngjast og mátti dragast við svøvnin, sum tók at mennast á hann. Tó sat hann enn hálvvakin og andi, tá ið tók at lýsa fyri degi; tá rópaði hann av gleði yvir seg sjálvan: ”Nú blánar í eystri!”

Av hesum rópinum vaknaði æðan, sum nú var fullsvøvnt; - har ímóti var skarvurin nú so ovvekraður, at hann orkaði ikki longur at halda eyguni opin og durvaði nú, ið mest vardi um at vaka.

Tá ið sólin reis upp úr havi, var æðan ikki sein at siga skarvinum frá: ”Dagur í havi, dagur í havi!” Soleiðis fekk æðan dúnið; skarvurin mátti bøta enn meira: hann misti tunguna, tí at hann kundi ikki at tiga, tá ið tagt skuldi verið, og tað verður ofta havt á málið, tá onkur er bersøgin, og spurt: ”Hví er skarvur tunguleysur?” at hann kann koma til at hugsa um tungu  sína sjálvs og læsa fyri hana um tað,  sum ikki eigur at vera sagt.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017