• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skógir í Føroyum

Føroyar vóru í forðum skógvaksnar; har finnast tí enn í jørðini stórar viðjur (trærøtur) í mógvinum á torvheiðum, innan  í   steinkolinum  síggjast  tjúkkar greinar og leyvsbløð; tílíkt ber prógv um, at viður hevur vaksið har áður, men nú er alt sokkið niður í jørðina.  

Søgn er, at meðan Ólavur hin heilagi ráddi í  Noregi, fóru sendimenn úr Føroyum á  fund hansara. Hann segði við teir, at honum tókti skattin vera ov lítlan, sum gekk út til sín av oyggjunum; spurdi hann teir tí, hvat ið vóks í Føroyum.   Sendimenninir greiddu illa frá, søgdu, at har var einki uttan grót og skursl, mýrar og lyngur.    Tá ið kongur hetta hoyrdi, rópaði hann: “So verði, sum  frá er sagt! vendi tað niður, sum omaná hevur verið, og vendi tað upp, sum niðri hevur verið!”   Tá sukku skógarnir niður í jørð, og fyri tær fríðu fløturnar komu mýrar, eyrvikur og grót.  

Tí  eru oyggjarnar nú  so  vorðnar. Blágrýtisstólparnir í einum hamri á Mykinesi líkjast trøum;   tað sigist at vera trø, sum vóru umskipað til stein, tá ið Ólavur kongur segði: “So verði!” við sendimenninar, sum søgdu honum, at eingir skógir vuksu í Føroyum.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017