• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

»VATTAVINUR«

Ein bóndi í oynni Stóru Dímun var burtur í haga ein dagin. Sum hann gekk, talaði eitt og bað hann geva sær ull til einar vøttir. Hann svaraði ja; men einki livandi hann sá, ið hvussu hann leit rundan um seg. Dagin eftir fór hann aftur burt í haga og legði ullina har, sum hann hevði hoyrt røddina. Tá ið hann kom aftur, var ullin burtur. Nakra tíð eftir var bóndin á útiróðri; ódnarveður brast á, og menninir komu í havsneyð. Sum teir stríðast við at rógva til lands, hoyrist eitt at rópa: “Vattavinur mín! legg eystur um oynna, tí vestanfyri er óført!” Tað vanliga lendiplássið í Dímun, “á Gjónni” kallað, er vestantil á oynni, men eitt annað lendipláss er eystanfyri, sum eitur Barmur. Bóndin gjørdi, sum henda sama røddin segði, og kom fram.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Slóðir
Viðkomandi sagnir

Sagnir úr Dímun

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017