• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óli í Seblendi

Um Óla í Seblendi á Strondum, sum gekk burtur fyri o. u. 70 árum síðan, gongur henda merkisverda søga:

Tá ið Óli var tvey ár og enn ikki farin í buksur, var hann longu vorðin heldur bannsettur og ófriðarligur; stóð hurðin opin, smoygdi hann sær á dyr. Soleiðis gekst eisini henda sunnumorgun, vit her skulu frætta um.

Prestur var staddur við Sjógv, har hann hevði altargang, og fólk var komið til kirkju. Mamma Óla fór ongan veg, hon var eftir heima, fekst við at seta døgurðan útá og ansa eftir soninum. Hurðin var opin, og Óli slapp sær út. Ikki vardi leingi, til mamman saknaði hann og fór at leita eftir honum; men ikki bar til at finna hann.

Hon fekk fólk í bygdini at leita, og prestur varð spurdur, um hann kundi siga, hvar Óli mundi vera. Prestur fór innar í sakristiið, tók kjólan upp um høvur sítt, steðgaði eina løtu á og segði so, at tað skuldi verða leitað inn við bakkan; tá skuldi tað eydnast at raka við hann.
Leitað varð av strandingum eins og av fólki úr grannabygdunum bæði ovarlaga og niðar-laga dag og nátt, men drongurin var ikki at finna hvørki uppi ella niðri.

Ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir var hann funnin á sandinum inni við Havaldaráir, 1 1/2 fjórðing innan fyri Skála og 1 fjórðing uttan fyri Skálabotn ella 4—5 fjórðingar frá Seblendi. Har sat hann bæði heitur og fróur og spældi við eina rúgvu av fjaðrum. Spurdur um, hvussu hann var komin inn hagar, svaraði hann, at ein svørt ær hevði borið seg.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017