• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Búðaráir

Búðaráir ganga í sjógv millum Kjøthólm og Grønhólm. Úr teimum áunum má eingin drekka ella brúka vatn, ella verður teimum óhapp fyri. Gomul søgn er eisini, at eingin má skera torv millum Búðaráir. Jóhan Hendrik (Egholm) hjá Janusi í Streymnesi hevði fyri o. u. 85 árum síðani skorið torv har. Hann gekk burtur tað summarið á útróðri uppi við Ísland.

Tann beinara rættin hjá sundamonnum í Streymnesi er tætt norðan fyri bøgarðarnar. Tað plagdi ofta at gangast illa við at fáa seyðin inn í hesa rætt. Og skyldað varð uppá, at viðtøkugarðurin var mest sum eingin. Ein mongd av fremmandum gráum seyði kom tíðum inn har á várgongu. Tann seyðurin varð royttur sum annar seyður; menn lótu ullina liggja eftir á rættini, um teir so komu skjótt aftur, so var tann ullin tá altíð burturtikin.

Eitt várið, sum teir sótu og royttu (lítið var innkomið, og teir gráu vóru eisini slopnir), síggja fjallmenninir, at ein grá- og svørtklødd gomul kona situr á einum steini tætt við rættina og bindur eina hosu. Teir sóu eisini, at viðtøkugarðurin tók á at leingjast og laðaði seg upp av sær sjálvum.

Tá ið teir vóru lidnir við at royta ta neyðina, teir høvdu fingið í rætt, var viðtøkugarðurin nóg langur, og konan var hvorvin. Teir hildu nú allir, at tað mátti hava verið ein huldukona, ið á steininum hevði sitið.

Teir gingu nú umaftur, og tá bar væl til at fáa allan seyðin inn í rættina.

Á einari fløtu frammi við streymnesrættina og yviri í Bøllureyninum skal eingin leggja seg at sova, tí ikki fær ein frið til tað. Eg havi mangar ferðir hoyrt menn sagt frá, hvat teimum hevur verið fyri, og hvat aðrir hava sagt teimum frá, ið vóru fyri somu korum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017