• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

GRÓTHÚSIÐ Í KJØTHÓLMI

Streymnesbóndin (í Hvalvík í Streymoy) hevði verið í Havn ein dagin og fór norðuraftur eftir oynni. Kvøld var og mánalýsi. Tá ið hann kom til Oyrareingja (í Kollafirði), fór hann upp á ljóaran at lurta til at vita, hvat um vegin rann (hvat ið tey høvdust at innanfyri) — tað var so vant tá í tíðini. Hann hoyrdi tá tveir menn tosa harinni og annan siga, at hetta hevði verið vorðið sum kvøld at fara norður til Streymnes og stjala skerpikjøt úr gróthúsinum í Kjøthólmi. So rýmdi bóndin niður av takinum alt fyri eitt og helt til beins norðureftir; hann vildi vera fyri teimum. Komin til Streymnes tók hann gróthúslyklarnar í hond og grindaknív í ermuna og vóð so út í hólmin. Tá ið hann hevur ligið eina løtu inni í gróthúsinum, nú kemur ein bátur. Tveir menn ganga niðan at gróthúsdurunum — tær eru stongdar. Nú eru eingi kor. “Vit verða at fara upp á takið og ríva hol á”, halda teir, og teir so gera. Annar rættir hondina innum til at taka eitt seyðakrov; tá sker bóndin hann tvørtur um handleggin. “Ey eya meg! eg nart við; beiggi, far tú, tú hevur longri armar,” sigur hin meinslaði tjóvurin við hin (báðir vóru brøður). Hin rættir hondina innum, men bóndin sker hann tvørtur um handleggin, so hann rópar:

“Eitt skar meg!” “Ja, eg eri skorin við, og skorin á vanlukkuhátt.” Við tí skili vóru báðir at fara heim aftur so frætt, sum teir kundu.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017