• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

STEFFAN ÚTI Á BØ

Steffan úti á Bø í Svínoy var gandakallur. Eitt heystið vóru svínoyingar á fjalli suðuri í Bergi og rættaðu á Líðarmunna. Stuttur vegur var at bera seyðin úr rætt og heim á Fløtuna (har vóru teir vanir at sleppa hagseyðinum og síðan reka hann heim til húsa). Steffan hevði tikið kenningarær, sum hann átti. Tá ið teir fóru undir at bera heim úr rættini, segði Steffan við ein drong, ið kallaður var Almarsdrongur: “Hevði tú viljað borið mær hesa ærina heim á Fløtuna!” Drongurin sýtti, tók eitt lamb húsbónda síns og skuldi fara heim við. Steffan fór tá sjálvur undir sína ær og segði við drongin, ið hevði syft lambið upp á seg: “Statt tú her!” So gekk Steffan heim og kom aftur, og enn stóð drongurin undir lambinum. “Armi stakkal, stendur tú her enn?” segði Steffan - “so gakk nú meðani!” Tá fyrsta slapp drongurin av stað við lambinum.

Ilt var ímillum Steffans og ein gandakall suðuri í Sandoy. Ein dagin, sum Steffan gekk uppi á Hamri, kendi hann ilsku á sær og helt seg vita, at hetta var sending frá sandoyinginum. So rak hann tað illa niður í eina túgvu, ið har stóð, og síðan var túgvan horvin.

Einaferð, meðan Steffan var í Havn, tosaðu embætismenninir har um at senda bát norður til Svínoyar til at lata rannsaka kistu hansara, sum hann skuldi goyma síni gandaevni í. Steffan hoyrdi graml um hetta, og tá ið menninir komu norður, var kistan tóm og botnurin úr.

Kelda: Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017