• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

SEYÐATJÓVASØGUR

a. Jákup Dintil

Jákup Dintil var húskallur hjá bóndanum í Syðrugøtu í Eysturoy, frálíkur seyðamaður og tiltikin fyri skjótleika og fimleika. Altíð hevði hann gott sinni til at ganga hagan. Søgn er, at hann kundi taka hundin um tveir teigar og kettuna um tríggjar at renna. Miltið skuldi hann hava latið skera burtur úr sær fyri at vera skjótari. Einaferð tók hann eina kettu aftur um tríggjar teigar, men í tí at hann tók um halan á henni, gleið hann og datt aftur á dintilin, og síðan var hann skírdur Jákup Dintil. Gøtumenn høvdu gjørt sær eitt seyðahús, sum teir áttu allir í felagi, úti í haganum. Tað var siður teirra at taka sær innivist har um náttina, tá ið teir høvdu verið burturi í haga og tað leið ov langt út á kvøldið til at fara heimaftur til hús. Grúgva var har inni og pottur til at kóka í. Slík hús høvdu teir mangastaðni fyrr at vera í, tá ið nógvur vargur var í seyðinum. Ein dagin, sum Jákup hevur verið burturi til at hyggja eftir seyði, og tað er liðið langt út á kvøldið, fer hann inn í gróthúsið. Hann sær seyðaskinn hanga uppi á bitanum í erva, krýpur upp og leggur seg tvørtur um bitarnar. Hann vil liggja heitur - skinnini bæði verma og fjala - og harafturat ræðist hann, at seyðatjóvar ella aðrir ránsmenn skulu bróta inn og drepa hann, um teir síggja hann. Bæði mangir og frekir vóru seyðatjóvarnir tá í tíðini. Sum hann er lagstur, tykist hann hoyra fólk koma at durunum. Hann tekur at kaga og sær tveir menn koma inn, hvønn við sínum seyði. Teir hava eldføri hjá sær, sláa eld og tendra ljós. So fara teir at fletta, og tá ið liðugt er, kynda teir nátturðaeldin upp í grúgvuni. Nú tekur so illa at rúka, og tað verður illramt hjá Jákupi, har sum hann liggur; hann roynir at halda ímóti, at hann skal ikki hosta. Teir heingja pottin uppyvir og fara at kóka seyðakjøtið. Teir tosa sínámillum, og Jákup Dintil verður borin upp á mál: “Jákup Dintil, honum er ikki at ræðast fyri nú; hevði hann verið her í kvøld, skuldi hann verið so smátt sundurkarvaður.” Nú fer at kóka í pottinum, og fløt rennur omaná; teir taka køkurnar upp úr lummunum og drepa niður í fløtið at sleikja. Ei undur í, um Jákup man vera eitt sindur hjartkiptur. Meðan teir so sita og toyggja seg fram yvir pottin, berst Jákupi á, at hann noyðist at hosta av roykinum. “Her er fólk,” rópar annar av tjóvunum. Jákup ger eitt viðbragð og kvettir eldbandið, sum potturin hongur í, so snøggliga tvørturav. Potturin hvølvist, og tann kókandi løgur stoytist niður yvir føturnar á báðum seyðatjóvunum; Jákup reisist undan skinnunum uppi í erva, blakar so mong skinn, sum hann fær fatur á, niður yvir teir, so teir standa eftir høvdinum í løginum. So rópar hann: “Her er Jákup Dintil; karvið hann nú sundur!” traðkar tað hann er mentur oman á teir, sum teir liggja undir skinnunum, og loypur so av durunum. Alt hetta er gjørt í einum viðfangi. Komin nakað burtur frá húsunum, leit hann aftur um seg og sá annan seyðatjóvin fáast við at koma eftir sær; annan sá hann ikki aftur. Jákup rann heim alt fyri eitt til Syðrugøtu og varð, sum vituligt er, væl løntur av húsbónda sínum fyri hetta bragdið.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017