• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kongsmaðurin

Eftir munnligari frásøgn fór Óli Mikkjalsson, bóndi í Syðrugøtu, niður til kongs upp á landsins besta. Hetta skuldi vera í 17. øld, tá livdu føroyskir bøndur undir tungum skattabyrðum. Óli var væl umtóktur í Føroyum og var roknaður at vera millum frægastu skilamenn tá í tíðini.

Úrslitið av ferðini var, at kongur sendi ein av sínum monnum til Føroya, og vórðu tá menn stevndir at koma saman í Syðrugøtu til at ráðleggja um landsins viðurskifti: løgmaðurin í Føroyum, løgrættismenninir og ein bóndi úr hvørjari bygd.

Dagstevndan dag kom kongsmaðurin saman við løgmanninum úr Havn inn á Skipanes – Skipanes, ið fekk sítt navn, av tí at Gøtu Tróndur legði at har við sínum skipum og har hevði neyst til teirra. - Óli Mikkjalsson hevði sent báðar synir sínar við rossum til kongsmannin og løgmannin. - Teir fingu so hvør sítt ross at ríða á - dreingirnir leiddu tey.

Tá ið teir vóru komnir niðan á Gøtueiði, helt kongsmaðurin, at hann sjálvur kundi stýra hestinum, men sonur bóndans segði, at hesturin var lítið vanur at vera brúktur til at ríða á; best mundi vera, at hann leiddi hestin. Men hetta dámdi ikki kongsmanninum, og hann læt sær ikki eftirlíka. Kongsmaðurin fekk sín vilja, tók sjálvur bokslið og fór ríðandi á hestinum. Men tað gekk, sum drongurin hevði sagt, hesturin gjørdist alt fyri eitt styggur og fór stórleypandi eystur um Hólheygar og norður eystan fyri teir. Tá ið drongurin sá hetta, tók hann at renna eystur millum teir norðastu Hólheygar og var tá fyri hestinum har og tók hann í ferðini.

Tá ið hesturin fór stórleypandi, var kongsmaðurin reiðuliga illa við. Nú sá hann, at drongurin hevði rætt, og var hann ivaleysur í, at vandi var fyri hond, nú hesturin fór at renna omaneftir móti Syðrugøtu. Men tá ið drongurin - ið var hin eldri beiggin - hevði steðgað hestinum, sigur kongsmaðurin: “Ert tú slíkur maður, skal eg løna tær, hetta bragdið skalt tú ikki hava gjørt fyri einki.”

Tá ið nú menninir vóru komnir saman á garðinum hjá Óla, sessaðist løgrætturin í glasstovuni, bøndurnir vóru í roykstovuni og í fjósinum, so mangir sum inn sluppu, hitt fólkið stóð uttanfyri.

Eftir fyriskipan av løgrættinum kom hvør bóndi fram og gav upp støddina av garði sínum og skattabyrðunum. Tá kom í ljósmála, at teir, ið høvdu kravt leiguna, høvdu kravt ov mikið. Eftir ta tíð var leigan lækkað, og søgnin er, at henda leigan er grundarlagið fyri henni, ið nú verður latin.

Tá ið kongsmaðurin fór avstað, vendi hann sær til drongin, ið hevði bjargað honum, og segði við hann: “Ta tíð, tú kemur at hava garðin, skalt tú ongar útreiðslur hava av honum".

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017