• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tjørnuvíksgentan

Mangar eru søgurnar um huldumenn eisini her. Tað sigst, at ein huldumaður ein dagin kom inn í eini hús í Tjørnuvík. Eingin var inni uttan ein trettan ára gomul genta, sum stóð og vaskaði klæðir.

Huldumaðurin spurdi hana, um hon vildi koma við sær og hjálpa konu hansara, hon skuldi til at eiga barn.

Nei, svaraði gentan, hon dugdi ikki at hjálpa konu hansara. - Hann bað hana um at koma kortini. Hon helt tað illa fara at bera til, tí foreldur hennara vildu gerast bangin, um hon fór við honum; tey grunaðu ikki, hvar hon mundi vera farin. Men hann segði, hann skuldi greiða hesa fløkju so, at hon ikki skuldi verða saknað.

So fór hon við honum. Tá ið tey komu út fyri dyr, gjørdist knappliga myrkt fyri eygum hennara. Og huldumaðurin leiddi hana, til tey vóru komin á pláss. So gjørdist ljóst aftur.

Gentan var burtur bæði dag og nátt. So fylgdi huldumaðurin henni heim aftur.

Men eingin hevði saknað hana, meðan hon var burtur.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Slóðir
Viðkomandi sagnir
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017