• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hungursárini 1808-09

Um ta stóru hungursneyðina í Føroyum 1808—09 skrivaði skansakommandanturin, amtmaður Løbner, (tann fyrsti í Føroyum) til rentukamarið í Keypmannahavn. Eg skal, áðrenn eg lati hansara bræv tosa, bert flyta fram nakað lítið um hetta, soleiðis sum eg havi hoyrt tað frá fólki.

Søgnin sigur, og eg havi hoyrt tað frá ymsum hornum, at standurin var so ringur eitt mundi, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt, kókað og etin; við tarabløðum í munninum lá fólk deytt her og har niðri í fjøruni.

Júst meðan neyðin var størst, kom skiparin Svarrer við farmi til tann kgl. Handilin. Menn vistu, at hann var væntandi higar; men nú var longu so langt síðani, tað frættist, at hann var farin úr Keypmannahavn, at fryktandi var fyri, at hann ikki fór at koma fram.

Stór var frøin um allar Føroyar, tá tað frættist, at nú var Svarrer komin.

Í yngri árum varð sagt mær av mongum, sum høvdu tað eftir teimum, sum livdu í hungursárunum, at dagin fyri sum Svarrer kom, sat ein hálvbýttur drongur í Havn uppi á einum steini og ruggaði og kvað: „Fyrst kemur hindin, og so kemur grindin!" Skipið kom og grind kom stutt eftir.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017