• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllanes

So er sagt, at trøll fegin søkja hús hjá monnum at vera í og stuttleika sær á trettandu. Fyri norðan Núgvunes á Borgardali í Mykinesi er bygt eitt lítið hús fyri seyðamenninar at liggja í á summum ársins tíðum, hvar hagi er langt frá bygd, og teir skulu akta seyð at fáa hann hagfastan, halda hann við ból og snjóstøður og hjálpa honum, tá ið hann er undirkavaður. Eina náttina fór ein røktingarmaður hissini burtur í  haga eystur í Borgardal, og av tí at eitt grumt æl kom á hann har, ætlaði hann sær at kroka inni í húsinum; men nú hann nærkast húsinum, hoyrir hann innan buldur og óljóð. Hann fór nú at glugganum at kaga og varð nú varur við, at húsið alt var fult innan av trøllum, sum hildu sær at gaman, dansaðu og kvóðu: “Trum, trum, tralalei, kalt er í fjøllum hjá trøllum, betur er við hús á bakka á skálavøllum, trum, trum, tralalei, dansið tætt at durunum”.

Verri sigist at hava gingið á Trøllanesi, sum er norðasta bygd í Kalsoy, tí hagar komu trøllini hvørja trettandu nátt tysjandi úr øllum ættum í so stórari múgvu, at bygdarmenninir máttu á hesari hátíðini flýggja haðani til Mikladals og vera har, meðan hetta herskapið leikaði á Trøllanesi; av hesum hevur bygdin  fingið navn. So bar til eina ferðina, at ein gomul kelling var ikki ment at rýma burtur við hinum bygdarfólkinum og mátti tí liggja eftir heima trettandu nátt; hon legði seg undir eitt borð í roykstovuni og krógvaði seg har, at trøllini skuldi ikki síggja hana. Nú ið  út leið á kvøldið, sá hon trøllini tyrpast inn um dyrnar, sum tá ið seyður verður rikin í rætt, so mong at ikki fekst tal á. Tey fóru straks at dansa og spæla. Men sum tey vóru í kátasta lagi, og dansurin dundi sum harðast, fór kellingin at ræðast og rópaði, trongd av  neyð: “Jesus náði meg!” Tá ið trøllini hoyrdu tað vælsignaða navn, sum tey øll hata og ræðast fyri, fóru tey øll at gnísta og rópaðu: “Gyðja loypti splitt í dansin”, og tey trokaðust øll at sleppa sum skjótast út av durunum og hava ikki síðani torað at gera hesi  bygdini ófrið og gista á Trøllanesi.

Tá ið nú fólkið kom norður aftur úr Mikladali, væntaðu tey at finna gomlu Gyðju deyða; men hon var á fótum og kundi siga frá, hvussu sær hevði gingið við trøllunum, og hvussu tey hvurvu, tá ið tey hoyrdu hana nevna Jesus.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017