• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

OTTAR

Í teirri katólsku tíðini búðu suðuroyarprestarnir eitt skifti suðuri í Vági. Um ein av hesum katólsku prestum, bróður Ottar, er ein stutt frásøgn.

Ottar búði í býlinginum í Smillum í Vági og var tí kallaður Smillaguttin. Óargakroppur var hann og út av lagi natin. Hann sendi húskallar sínar út at stjala seyð, meðan hann helt messu í kirkjuni fyri sóknarfólki sínum. Ikki mundi messan vera av teim stytstu, tá ið so bar á.

»Hetta tolir ikki ryggur Ottars!« er havt til orðtaks enn í Suðuroy, tá ið ein fer undir eina byrði, sum hann heldur seg valla vera føran fyri. — Ottar fýltist á fuglin, sum hann fekk í part úr fuglabjørgunum í Vági; hann helt seg vera órættaðan og ikki faa tað, hann átti. Hann fór tí til fugla sjálvur ein dagin og seig niður í Ottarstorvu, sum so er nevnd eftir honum. Húskallurin var dráttarmaður hjá honum. Ottar fekk ógvuliga nógv av lunda, bant upp á seg bæði aftan og framman, tvey so nógv sum tað, ið hann átti av rættum, og bað so húskallin draga upp. Ovbyrjaður var hann og óføra tungur at draga, men húskallurin dró tó menniliga í fyrstuni. Tá ið prestur var komin nakað upp í bergið, fekk hann mein í ryggin av hesari ógvuligu byrði og rópaði: »Hetta tolir ikki ryggur Ottars!« Húskallurin, sum var hildin at vera av sterkastu monnum í Suðuroy um tað leitið, var deyðlúgvaður eftir einari løtu og rópaði: »Eg sleppi!« Ottar svaraði: »Sleppir tú, skal tað vera tær dýrgoldin sleppa.« Húskallurin slepti línuni, og Ottar fór beint í sjógvin og doyði.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Fílur
Slóðir
Viðkomandi sagnir
Sagnir úr Vági
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017