• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

ELLINDUR Á STEINUM

Ellindur á Steinum á Velbastað í Streymoy var sum trøllið stórur og sterkur, av verstu yvirgerðsmonnum og frekastu átarum. Ein klettur vísist, sum hús hansara vóru gjørd niðanfrá - teir gomlu høvdu ofta ein klett til skjólvegg at líva fyri vindi. Altíð vildi Ellindur kappast við húskallar sínar ella við aðrar menn, bæði í arbeiði og í mataráti, og lógu teir tá undir fyri honum, vildi hann taka lívið av teimum. Fáur tordi tí at vera hjá honum. Eitt árið var syðradalsbóndin komin at vera slóttumaður hansara. Teir høvdu kappsligið fyri morgunmatarmál og verið nakað javnir báðir. Nú høvdu teir roynt seg í líggjanum, segði Ellindur: nú skuldu teir royna seg í matkeraldinum. Ein rómastampur, sum tók hálvtunnu, varð settur fram, og hvør fekk sín spón. Dalbóndin var í einum troyggjubuli við splittu í fyri framman og stoytti hvønn tann spón, ið Ellindur ikki ansaði eftir, niður í bulin. Nú var uppi í stampinum, og báðir at skava botnin.“Tá ið maður skavar, veit eingin, um hann er mettur; eg skal fara í hjallin eftir neytabógnum”, sigur Ellindur og fer avstað. Dalbóndin heldur tað ikki vera ráðiligt hjá sær at sita longur, og tá ið hann sær Ellind fara inn um hjalsgáttina, rýkur hann avstað. Nú ið Ellindur kemur út aftur úr hjallinum, verður hann varur við dalbóndan, ið flýr, og tekur at renna aftan á hann við neytabógnum í hondini. Komin norður í Stólpar (tætt norðan fyri Norðheygahúsini, har sum tey glaða grindaglaðu) kryvur dalbóndin bulin. Hvørki dregur frá ella saman ímillum báðar. Komin norður á Hamarsenda, næstu sýnina, har sum Dalsbygd sæst undan, torir Ellindur ikki at fara longur, tí hann veit, at dalbóndin eigir sterkar synir, sum vilja koma honum til hjálpar. Hann kastar neytabógvin uppá gjøt eftir hinum, og so væl var kastað, at hann rakti dálbóndan beint í nakkabeinið. Dalbóndin small deyður niður og skal liggja grivin í sama stað, sum hann var dripin.

Lívsgerð var at arga Ellind. Ein vetrarmorgun fóru vágamenn handilsferð til Havnar og ætlaðu sær suður fyri Kirkjubønes. Teir komu áraka Velbastað, áðrenn ljóst var, og tosaðu saman á bátinum, um nakar teirra mundi vera so djarvur, at hann tordi at fara niðan í morgun til at arga Ellind bónda. Tá segði ein, ið eyknevndur var “Lítli Maður”, at, um teir vildu liggja við bakskutinum tætt inn at landi til reiðar fyri honum at sleppa inní, so skuldi hann royna tað. Hann fer upp á takið hjá Ellindi og rópar niður ígjøgnum ljóaran: “Ellindur, vakir tú? Lítli Maður í Vágum eigur einki og biður mammu sína leggja seg niður í himmiríki og standa upp í himmiríki; Stóri Maður á Velbastað er ríkur, eigur nógv kjøt, nógva mjólk og nógv korn, men hann biður mammu sína leggja seg niður í helviti og standa upp í helviti.”“Satt segði tú, Lítli Maður í Vágum,” svaraði Ellindur og sprakk fram úr songini; »bíða mær olmussudýrið! eg skal geva tær mjólk at drekka.” Men Lítli Maður visti, at nú var ikki at bíða; hann leyp avstað alt fyri eitt til at sleppa sær í bátin og Ellindur aftaná við brókum í aðrari hond og øksi í aðrari. Lítli Maður leyp í bátin, og menninir rendu út frá landi. Tá ið Ellindur sá, at hann kundi ikki náa honum handfast, sipaði hann øksina eftir honum. Øksin stóð føst í stavninum. Ellindur leyp heim eftir eini aðrari øks, elti so bátin allan vegin til Havnar og stóð fyri teimum á Tinganesi, so teir tordu ikki á land, men flutu har allan dagin útfyri.

Hin stóri og sterki Lorvíkspáll helt seg til at vera bønarmaður Ellinds eitt árið og fekk gott at eta, tí ikki var Ellindur pírin. Ein dagin í veltingartíð legði Ellindur til, at nú skuldu teir kappvelta. Hvør setti tá á sína reim; men tá ið teir komu oman at bakkatromini, var Ellindur komin eitt tak oman um Páll. Ótti kom á Lorvíkspáll, tí hann hevði frætt, at Ellindur beindi fyri teimum, ið ikki orkaðu at kappast við hann. Hann gevur uppat við arbeiðinum, hyggur út um Hestfjørð og sigur uppá svik: “Hestmenn koma um fjørðin.” Ellindur setti hakan í tætt við bakkatromina, legði seg fram á hann og hugdi. Í sama bragdi fírdi Lorvíkspáll undir hann; men Ellindur greip aftur um seg og fekk í Páll, so at báðir fóru útav niður í eina urð. Ellindur datt undir og doyði; men Lorvíkspáll slapp við lívinum, tí hann kom omaná. Urðin nevnist enn á døgum Ellindsurð av hesum tilburði.

Síðan varð lík Ellinds tikið, ført til Kirkjubøar og jarðað har á Líkhússlættanum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017