• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

VELBASTAÐBRØÐURNIR (Kempurullan)

Átta tiltiknir brøður livdu á Velbastað í Streymoy í Peder Arrheboes tíð; teir vóru fýra úr hvørjum húsi norðuri á Heyggi, fýra “uppi í Stovu” og fýra “niðri í Stovu”. Allir vóru teir reystkempur; men tó vóru Niklas og Hanus (báðir niðri í Stovu) burturúr sterkir.

Mammurnar kappaðust um at føða synirnar væl upp. Mestur matur, ið teir fingu í uppvøkstrinum, var greytur av føroyskum mjøli við stórum klunkum av garnatálg í. Ikki fóru teir til nakað arbeiði, fyrr enn teir vóru tilkomnir.

So sterkir vóru teir, tá ið teir vóru vaksnir, at teir høvdu tað til roysnis í brúdleypum at bróta oksasperrur, sum aðrir brutu seyðasperrur. - Tá ið Niklas skuldi hava brúdleyp, varð brúdleypsoksi flettur í roykstovu hansara norðuri á Heyggi. Hanus tók oksakrovið, helt tí einsamallur í upprættum ørmum og hongdi tað upp á roykstovubitan.

Frálíkir útróðrarmenn vóru brøðurnir og óførir at fasta. Fastandi vóru teir vanir at fara til útróðrar, sum siður var tá; tí hildið varð, at, um maður sjálvur var svangur, so var fiskurin svangur við og vildi betur taka agnið. Ein dagin um várið vóru teir útrónir á Heinafelli, mið í Vágahavinum (16 fjórðingar av Velbastað). Sum teir vóru setstir, kom ódnarveður, kavarok av landnyrðingi, so tað sást ikki fram um stavn. Teir róðu harðliga og spentu lærbekk aftur í rong, har sum hin gamli, pápi teirra, sat og stýrdi. “Hvussu leingi halda tit henda róðurin út?” spurdi hin gamli. “Nátt og dag,” svaraðu teir. Teir mestur rendu á land undir Mígadalsfossi, tætt norðan fyri bøin á Velbastað. Væl hevði hin gamli stýrt - bert eftir alduni, tí ikki var kumpas í brúk tá í Føroyum.

Oddamenn vóru teir í hvørjum grindarakstri. Ein dag vóru sunnanmenn at reka eina grind norðureftir tvørtur um Vágafjørð. Grindin gekk so hart, at eingin bátur orkaði at fylgja uttan velbastaðbáturin einsamallur. Teir róðu við tað sama fram um allar hinar. Skarpt gekk. Grindin var um at sleppa vestur um Presttanga og út í havið; tá vóru velbastaðbrøðurnir fyri henni og fingu boygt hana inn um tangan. Hon vendi og helt inn á Miðvág; teir aftaná og stemmaðu so á, at báturin rendist upp á eina hellu, og fýra bond sprungu í skutinum. Henda hellan nevnist enn Velbahellan av tí sama.

Einsamallir róðu teir út. Teir funnu miðið “Drunn” (ytsta havmið í Vesturhavinum, 24 fjórðingar úr Trøllhøvda) og høvdu tað fyri seg sjálvar sum loynimið í langa tíð. Ikki fóru teir til útróðrar uttan øvugt sjóvarfall var, og eingir aðrir bátar fóru. Tá ið hinir menninir svóvu, vóru teir vanir at fara ella koma aftur. Konufólkini skuldu tá ansa eftir hundunum, at teir skuldu ikki sleppa at goyggja og soleiðis vekja aðrar menn í bygdini. Eisini skuldu tey koyra vatn á hurðarnar, at tær skuldu ikki ríkja, tá ið gingið varð um tær. Einaferð bar tað á, at ein hundur slapp út aftaná teir. Ein arbeiðskona fór eftir honum og fekk um dirðilin á honum; hann skar tá í so andskræmiliga at hvína og rína; men einki størri óhapp varð burturúr. Teir søgdu, at miðið skuldi eita “Drunnurin” av hesum sama. Ein bróðirin niðri í Stovu, Óli, giftist seinni út á Heyggj (á Velbastað). Hann legðist tá heima og róði ikki út við hinum brøðrunum meira, men var tó trúgvur ímóti teimum. So tóku teir ungu norðheygabrøðurnir at reypa um, at Óli mundi ikki fara at finna aftur á miðið; men tá spann illsinni í Óla, og hann svór, at hann vildi ikki dylja longur. Hann fór avstað fyrsta dagin, og tá ið hinir komu út til miðið, lá bátur Óla har fullur. Síðan var Drunnurin ikki loynimið longur hjá brøðrunum.

Illa vóru brøðurnir plágaðir av trøllum. Eina glasstovu bygdu teir burtur frá húsunum, har sum teir búðu; men ikki fingu teir nakra ró í henni: har skramblaði og buldraði í heilum; alt var havt á hondum um náttina. Var vatnkoppur settur inn, so var hann hvølvdur við tað sama. So lótu teir stovuna standa tóma, og síðan var hon skírd Trøllastovan.

Fleiri ferðir hendi tað brøðrunum eitt árið, at báturin stóð reint fastur í neystinum, tá ið teir vildu draga hann, og ikki skildist teimum, hvussu hetta bar til. Teir løgdu so teirra dýrastu orkan á - tá alt í einum leyp báturin óður úr neystinum omaneftir og vildi sorlast. Brøðurnir sendu boð eftir hinum viðgitna Guttormi í Múla og bóðu hann hjálpa teimum í hesum vanda. Guttormur kom og segði teimum, at ein huldumaður hevði bát sín standandi í teirra neysti niðan ímóti teirra báti; hesin huldubátur var tað, ið forðaði teimum, tá ið teir vildu draga. Nú vildi hann leggja teimum tað ráð, segði hann, ikki at taka meira enn trý tøk, tá ið báturin stóð fastur; gekk hann ikki við tað triðja takið, so skuldu teir halda av, tí tá stóð huldubáturin í neystinum, og tá kom at verða óveðursdagur. Huldumaðurin var veðurskygdur, segði Guttormur, so útróðrarlíkindi vóru vís, tá ið hann var útrógvin: men stóð bátur hansara í neystinum, so vóru ólíkindi at fara. Eisini helt Guttormur, at huldumaðurin hevði tikið neyst teirra í hevnd fyri tað, at neytadrongur teirra rullaði grót oman í Fossdalsgjógv (norðan fyri húsini); tí har búði huldumaðurin.

Tá ið brøðurnir vóru gamlir og “Jaktin”- so æt bátur teirra - fór at vera nakað tung hjá teimum at rógva, so fóru teir frá henni og fingu sær kimaligan bát aftur og lættan, ið nevndur var “Tarvurin”. Men synirnir blakaðu henda bát burt, tí teir orkaðu ikki at rógva hann, og fingu sær uppaftur lættari bát. Tá søgdu hinir gomlu, at tað høvdu teir ikki trúð, at nakar hevði lastað slíkan bát, sum Tarvurin var.

Ein bróðirin uppi í Stovu, Djóni, giftist í Vágar. Hann var bátmaður hjá Bartali á Ryggi í Miðvági. Hesin Bartal var ein yvirgangskroppur og óføra sterkur. Ein dagin, sum teir vóru útrónir á Tobbanum (mið hálva aðra míl til havs úr Koltursnakki), kom tað fyrst til orða millum teirra um kappróður og so til avbjóðingar. So tóku teir at kapprógva inn aftur til lands; Bartal sat í ytra borði og Djóni í innara. Vestur í bergið stóð stavnurin; Bartal royndi at fáa vent bátinum inn um Presttanga (inn á Miðvág), men ikki batti; hann vann einki av Djóna. Tá ið teir vóru komnir næstan í land, tá kvetti Bartal árina av - hann sá, at hann fekk ikki bátin um tangan.

Um Niklas er at siga, at hann kom at vera bóndi norðuri á Heyggi eftir pápan (Jóanis æt pápin; hann var framsíggin og visti, nær hann skuldi doyggja). Hanus fór til Sandoyar og livdi har ógiftur hjá systrini, ið gift var við traðabóndanum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017