• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

HULDUBARNIÐ

Tvær stovur vóru á Heygum á Viðareiði á sinni: “heima í stovu” og “eysturi í stovu”. Nú rópast seinna stovan “eysturi í búð”. - Bóndakonan eysturi í stovu hevði átt dreingjabarn. Ógvuliga friðarligt barn var tað og treivst væl. Ein dagin var alt fólkið úti í arbeiði og konan einsumøll eftir hjá barninum, sum lá og svav í vøgguni. Tað hevði ikki fingið tonn enn, so altíð mátti onkur vera hjá tí; annars fekk huldufólkið vald yvir tí. Nú bar tað so á, at konan hevði eitt framíhjásørindi at gera burtur av sær og helt tað einki saka, um hon fór út fyri dyr eina pinkulítla løtu. Tá ið hon kemur aftur í dyrnar, hoyrir hon slíkan grát til barnið. Hon undrast á, so avskapað tað er; hon er um ikki at kenna tað aftur, men heldur hetta koma av grátinum. Tað heldur so við at nísta og gráta bæði nátt og dag, og mamman verður heilt ring og sjúk av vekri. Barnið heldur avtrivnast enn trivnast. Fólk, sum hava sæð barnið fyrr, halda hetta vera eitt býtisbarn. Mamman fer til prestin og biður hann koma og hyggja at tí. Prestur sigur, at barnið er umskift, men hann skal leggja henni eini ráð: hon skal taka vatn upp í fýra fliðuskeljar, seta hvørja í sítt grúgvuhornið og kynda stóran eld upp. Hon so ger og letst, sum hon skal kóka nátturð. Nú gerast glómur í huldubarninum; tað tagnar og reisist upp í vøgguni. Tað smírist, peikar at fliðuskeljunum og spyr, hvussu tað skal kunna trívast her, sum tey hava slíkar pottar: nakað var ímillum hesar pottarnar og bryggjukørini, ið pápi sín Búin átti. Ta náttina gjørdi huldubarnið ongar ónáðir, so tey fingu frið at sova í húsinum. Um morgunin, tá ið tey vaknaðu, var tað horvið, og eitt annað barn, vakurt og trivnaligt, lá í vøgguni. Tá hildu tey seg kenna teirra egna barn aftur.

Nøkur ár eftirsíðani var ein ókunnigur drongur komin at spæla úti ímillum børnini á Heygum. Ongantíð vildi hann koma inn við teimum, tó at tey bóðu hann ofta, og hvarv, so eingin visti, hvar ið hann fór. Ein dagin var hann tó inn komin, men sum tey tóku at spæla inni, hoyrdist eitt rópa fyri durunum: Ruben, Ruben! Drongurin fór grátandi út, tí hann væntaði sær at verða bukaður, og síðan sást hann ikki aftur. Men hesin drongur var hildin at hava verið hitt áðurnevnda huldubarnið, sum umskift hevði verið.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017