• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

ÚTILØGUDREINGIRNIR Á VIÐAREIÐI

Í Villingadalsfjalli norðan fyri bygdina á Viðareiði (í Viðoy) eru nógvir skortar og skútar og nógv glopur inní, so har ber væl til hjá fólki at søkja sær skjól.

Í býlinginum við Garð á Viðareiði búði ein fátækur maður, sum átti tveir synir. Sjúka kom at ganga í bygdini, og bæði foreldrini doyðu í senn frá dreingjunum. Teir vóru tí lágir í gøtuni og ikki førir fyri at gera nakað arbeiði. Eingin legði lag í hesar báðar dreingir at taka teir til sín, og teir gingu tí um og biddaðu ella stjólu. So hvurvu teir burtur. Fólk hildu teir vera útideyðar og helst á tann hátt, at teir høvdu klintrast og vóru so omandotnir á sjógvin. Síðan var stolið frá ymsum í bygdini úr hjøllum teirra. Men tað var so vant tá í tíðini, hvør stjól úr hjallinum frá øðrum, at fólk góvu sær lítið far um tað. Men alt versnaði, sum tíðin leið. Menn mistu seyð burtur í heilum, ár undan ári; teir gingu oftum burtur í haga og gjørdu uppsókn um, hvussu hetta mundi bera til, men alt til einkis. So í endanum - tá vóru mong ár umliðin - raktu teir við tveir menn uppi í Villingadalsfjalli. Báðir vóru trølsligir á at líta, við lodnum hári og skeggi, og klæddir í seyðaskinn. Bygdarmenninir royndu at fanga teir, men kundu ikki náa at teimum. Útiløgumenninir vóru uppi í erva, kastaðu grót oman og spentu við fótunum stórar klettar, so tað var vandi við at søkja at teimum. Tá tóku menn at lova teimum gott, søgdu, at einki ilt skuldi vera gjørt teimum, og fingu teir so umsíðir upp ímillum fólk aftur. Hetta vóru garðsdreingirnir, ið úti vóru lagstir og nú vóru tilkomnir menn.

Jóanisgjógv eitur ein gjógv vestantil í Villingadalsfjalli. Ógvuliga veðurgott er har inni. Skútar eru inn undir fjallið báðumegin og eyrur omanruddur úr klettinum omanfyri. Gjógvin er nevnd eftir øðrum av útiløgudreingjunum, Jóanisi, sum skuldi búgva har saman við bróðurinum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017