• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Enskt í føroyskum

Fyrr var vanligt at hefta seg mest við danismur í føroyskum máli. Í dag tykist sum um angulsaksisk ávirkan hevur tikið henda leiklut.

Í miðlunum er alt vanligari at hoyra ensk orð og vendingar, serliga tá ið ung hava orðið. Í stuttfilminum Sigarett (2010) hjá Heiðriki á Heygum sigur hann: “Eg eri úti av sigarettum”, sum stavar úr enskum: “I am out of cigarettes”. Í práti um fitness varð í ungdómssendingini Røddin brúkt orðið legitt, um tað, sum er lógligt, framborðið sum á enskum [lə’ʤit]. Skilligt er, at tað er úr enskum: legit, sum er slang av orðinum legitimate, lógligt. Á Ungdómstinginum í 2016 segði ein, at "vit skulu enkorreggja tey, ella hvussu tað nú eitur á føroyskum".

Tá vit skriva á teldu í skúlanum seyva vit, og tá vit fara í biograf síggja vit ein treylara. Í løgtinginum kunnu politikarar klira, meðan tollarar klarera. Í orðabókini stendur isi fyri enska easy.

Ávirkan úr enskum er ikki nýggj í føroyskum máli. Í 1997 skrivaði Tórður Jóansson doktararitgerðina English loanwords in Faroese. Í hesum sambandi kunnu vit nevna søgulig orð og hugtøk, sum at sigla klos í land við trolara, har bæði close og trawler eru úr enskum, eins og skeilett, sum er vindeygað í dekkinum, ið letur skylight sleppur niður undir.

Í dag eru telduspøl á enskum og mest sum alt, ið vit raka við á telduni og á netinum, er á enskum.

At tosa um í flokkinum: Hvussu ávirkar teldan móðurmálið? Hvussu ávirka miðlarnir móðurmálið? Hvussu fer at verða í framtíðini? Kann tað hugsast, at føroyskt fer at koma í staðin fyri ensku heitini í telduspølum og miðlum?

 

Spyr okkum um undirvísing

Nám er tænastustovnur fyri skúlaverkið. Til ber altíð at spyrja Nám og starvsfólkini, sum har eru, um móðurmálsundirvísing og slektaði viðurskfiti. Vit svara eftir førimuni. Góðan Móðurmálsdag, alt árið!

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017