• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hammershaimb og málið

Venceslaus Ulricus Hammershaimb (1819-1909) vaks upp í Sandavági og í Havn. Tólv ára gamal fór hann til Danmarkar, tók studentsprógv og las gudfrøði. Í 1855 flutti V.U. Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann var Føroya próstur frá 1862 til 1878, tá ið hann flutti aftur til Danmarkar at búgva.

 

Í romantisku mentanarrørsluni, ið var uppi í tíðini um øll Norðurlond frá 1800 og úteftir, var móðurmálið at kalla heilagt, og jú fornari tað var, tess hægri varð tað mett. Hammershaimb las gudfrøði, men hevði stóran áhuga fyri norrønum og føroyskum máli, og hann gjørdi eitt uppskot til føroyskt skriftmál.

 

Frammanundan var tað, sum var prentað á føroyskum, stavað við ljóðfrøðiligari stavseting, sum var ymisk frá bygd til bygd. Upprunafrøðiliga stavsetingin hjá Hammershaimb staðfesti føroyskt sum eitt serligt mál við norrønum rótum.

Fyri at skriftmálsuppskot hansara skuldi vinna frama millum fólk, skrivaði Hammershaimb eisini eina føroyska mállæru, sum varð prentað í "Annaler for Nordisk Oldkyndighed og historie" í 1854.

 

Undir lestrarárunum í Keypmannahavn gjørdi Hammershaimb eina ferð heim til Føroya at vitja. Hetta var í 1841. Hann ferðaðist bygd úr bygd og savnaði fólkaminni. Nakað av tilfarinum, ið Hammershaimb savnaði á hesi ferð, læt hann prenta í 1846 í danska tíðarritinum »Annaler for nordisk Oldkyndighed og Historie«. Seinni gav hann út kvæði, sum hann hevði savnað, í Færøiske Kvæder I og II (1852), og í 1891 gav hann kvæði, sagnir o.a. tilfar út í Færøsk Anthologi I og II.

 

V. U. Hammershaimb varð tilnevndur riddari av Dannebrog í 1874 og Dannebrogsmand í 1897.

Tema um V.U. Hammershaimb er á undirvísingarportalinum Snar, har føroyskir rithøvundar verða lýstir og víst verður til ymsar slóðir við teksti at lesa, og upplesturi og sangi at lurta eftir. 

 

Spyr okkum um undirvísing

Nám er tænastustovnur fyri skúlaverkið. Til ber altíð at spyrja Nám og starvsfólkini, sum har eru, um móðurmálsundirvísing og slektaði viðurskfiti. Vit svara eftir førimuni. Góðan Móðurmálsdag, alt árið!

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018