• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Petur Alberg (1885-1940)

Varð føddur í 1885 í Geil í Havn. Hann var við til at stovnseta Havnar Ungmannafelag, og hann skrivaði niður mangar av teim søgum, sum M. A. Winther segði munnliga.

Petur Alberg Skiftandi fólk førdu pennin, tá handskrivaða felagsblaðið »Baldursbrá« skuldi skrivast, men ongantíð var blaðið snøggari og listarligari úr hondum greitt, enn tá Petur Alberg helt á penninum.

Tað er kortini á øðrum øki, hann gjørdi seg mest galdandi.

Hesa tíðina umleið 1900 er tað Bakar Hansen lærir ungar Havnardreingir streingjaleik. Ein teirra, ið gekk at læra at spæla upp á fiól, var Petur Alberg, og skjótt komu til sjóndar stóru tónleikagávur hansara. Hann var tónaskald og setti løg til m.a. fleiri av yrkingum H. A. Djurhuusar.

Tilsamans eigur P. Alberg 18 løg í Songbók Føroya fólks, tey kendastu teirra munnu vera løgini til tjóðsang Prýðiligastu skreytmyndirnar í »Baldursbrá« hevur P. Alberg gjørt. okkara »Tú  alfagra land  mítt«  og grækarismessusangin   »Tjaldur,   ver vælkomið«. Petur Alberg doyði í 1940.

 

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Havnar Ungmannafelag

Í november mánaði í 1906 komu fólk saman í »Sloans sali« við Tinghúsvegin í Tórshavn at stovna ungmannafelag.

Maðurin, ið hugskotið átti, var Nyholm Debess, ið eitt skifti hevði verið í Noregi, var heimafturkomin í 1904 og bar minnini um ungmannafelagsrørsluna har eysturi við sær aftur til Føroya. Aðrir innbjóðarar vóru Petur Alberg, seinni kendur sum tónaskald, og Mads Andrias Winther, ið brátt gjørdist høvuðsmaður felagsins.

Hvørt mikukvøld kl. 9 helt felagið fund. Fyrst varð sungið, og síðan varð lisið úr handskrivaða felagsblaðnum, sum limirnir skiftust um at stjórna. Aftaná var oftast kjak.

Av og á vórðu fyrilestrar hildnir á limafundum.

Beint fyri jól 1907 kom Hans A. Djurhuus heim úr Danmark og gjørdist brátt ein av høvuðsstuðlum Havnar Ungmannafelags.

Baldursbrá

Felagsblaðið nevndist »Baldursbrá«. Fyrsta nummar av blaðnum varð lisið upp 5. desember 1906, hitt seinasta 27. mars 1912.

Tilsamans vórðu skrivað 104 bløð, sum fyltu upp í 6 fundarbøkur, úti við 2000 blaðsíður í A4 stødd. Fyrsta bókin (16 tey fyrstu bløðini) er tíverri ikki til; hinar fimm verða varðveittar á Landsbókasavninum í Havn.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017