• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Maria Andersen (1941-)

Hon er fødd í Miðvági 15/1-1941. Aftan á loknan barnaskúla lærdi hon fyrst til barnapleyirsku, seinni gekk hon á barnagarðslæraraskúla og tók prógv í 1967; hon arbeiðir í Danmark. Í samband við útbúgving sína skrivaði hon høvuðsuppgávu um viðurskiftini hjá føroyskum gentum, sum ungar leita niður til Keypmannahavnar at arbeiða ella læra. Í 1971 kom ritgerðin út á prenti í føroyskari týðing undir heitinum »Føroyskar gentur í Keypmannahavn«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017