• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Niels Juel Arge (1920-1995)

Hann er føddur í Tórshavn 20/8-1920. Aftan á skúlagongd í millum- og realskúlanum í Havn arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði, til hann í 1957 fekk fast starv í nýstovnaða Útvarpi Føroya. 1. sept. 1960 varð hann settur í stjórastarv á hesum stovni.

Umframt fleiri útvarpsleikir hevur Niels Juel Arge skrivað hesi fýra søguverk: »Argjamenn - ein ættarsøga«, 1978, »Merkið, flaggsøgan«, 1980, »Drekin, minningarrit Havnar Róðrarfelags«, 1982 og »Rockall - søgan um Rokkin«, 1982.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017