• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jákup Berg

Jakup Berg (1905-1997)

Jákup Berg er føddur í Hovi í 1905. Hann arbeiddi fyrstu unglingaárini í handlinum hjá pápa sínum, til hann í 1923 fór á læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1926. Fyrstu árini aftan á próvtøkuna var hann lærari í ymsum bygdum í Suðuroy, til hann í 1930 varð settur í fast starv í Øravík og Líðini. Frá 1951 til hann í 1973 legði frá sær við eftirløn, var hann lærari suðuri í Vági.

Jákup hevur bæði givið út yrkingasøvn og *søguligan sjónleik, hann hevur skrivað Hovs søgu, og føroyskum *barnabókmentum hevur hann verið avbera hollur: Frá 1942 til dagin í dag - eitt 40-ára skeið - hevur hann stjórnað og givið út »Barnatíðindi«, sum trúliga eru komin eina ferð um mánaðin.

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs  varð í 1989 latin Jákupi Berg. Jákup Berg fekk heiðursløn fyri at hava givið út Barnatíðindi so at siga uttan slit í næstan fimti ár.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017