• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Fríðrikur Bláhamar (1902-1981)

Hann varð føddur í Elduvík 16/24902. Komin til mans var hann nøkur ár til skips, veturin 1924-25 var hann á Føroya Fólkaháskúla í Havn, fór seinni á skiparaskúla og tók prógv í 1928. 1 1933 setti hann búgv í Vestmanna, og alla ævi sína var hann knýttur at sjóvinnu, fyrstu árini 96 sum fiskimaður og siglingarmaður, seinni sum reiðari.

Hann var bygdaráðslimur og skúlaráðslimur drúgv áramál, og hann sat á Føroya Løgtingi umboðandi Fólkaflokkin 1945-58.

Fyrstu trý bardagaárini sigldi hann við Vestmannaskipum við feskfiski til bretska marknaðin; í 1940 var hann við »Union Jack«, sum varð søkt av týskum kavbáti -manningin bjargaði sær við neyð og deyð í lítla báti á land á Flannan Island; teir høvdu tá sitið við árarnar í 42 tímar. Um hesa hending skrivaði hann frasøgnina »Ein vandaferð«, 1952.

Fríðrikur doyði 6/7-1981.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017