• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Bernhard Brim

Bernhard Brim (1915-1969)

Bernhard Brim er dulnevni fyri Jákup Bernhard Joensen, ið borin varð í heim við Gjógv í 1915.

»Borin í heim eina ódnarnátt
á landnyrðingi norði,
ei torgaðist út um nakra gátt,
tí brim og stormur kvóðu um kapp
Bernhard Brim, 1915-1969.
við fjalladun og toruslátt«. (brot).
 
Manndómsár síni búði hann í Klaksvík, har hann drúgt tíðarskeið rak kykmyndahøllina »Atlantis Bio«.

Alt frá ungum árum festi hann yrkingar á blað, og eftir hann eru trý søvn: Fyrsta savnið »Bardagaskaldið«, 1956, er vígt starvsbrøðrum hansara undir seinna heimsbardaga, siglingarmonnunum, og flestu yrkingarnar taka evni úr tíðarskeiðinum 1939-45. Annað savnið »Vinir mínir« kom í 1959, og sum navnið sigur, er dastið av yrkingunum í hesum savni heilsur og minnisyrkingar til menn, ið gjørdust vinmenn skaldsins á lívsleiðini, men her finst eisini »Kvøðan til Klaksvíkar«, sum klaksvíkingar tykjast hava valt sær til eyðkennisong. Í 1967 kom triðja og seinasta savnið »Tað var í mai«, og sum navnið bendir á, rúmar tað vár- og ástaryrkingum; ein hin hepnasta er henda:

»Eg elski kvinnur
og eg elski bátar,
byggiháttin og sniðið,
tey eru bæði eitt undur,
ið ilt er at skilja sundur.


Eg elski kvinnur
og eg elski bátar.
Nýggjar í barkastokki,
við skínandi bekkum og rongum
- minna um kvinnur í lítlum og ongum.


Eg elski kvinnur
og eg elski bátar.
Bátar, ið liggja og vagga á floti,
og tá teir lyfta seg upp fyri aldu í vindi,
líkjast teir kvinnum - í leiki og yndi.


Eg elski kvinnur
og eg elski bátar.
Søkkladnar bátar uttan av havi,
ið fong føra til hesar strendur

- og kvinnur fullar uppundir hendur.

Henda yrking sýnir trinnar eyðkendar síður av yrkingalagi Bardagaskaldsins: Yndið til kvinnuna, skemtið og hitt bersøgna orðalagið.

Bernhard Brim doyði í 1969.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017