• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Sverri Dahl (1910-1987)

Hann er føddur í Havn 31/3-1910. Tá ið hann hevði lokið skúlagongd við Havnar skúla, fór hann niður til Sorø, har hann tók studentsprógv í 1928. Eitt skifti las hann gudfrøði í Keypmannahavn, seinni fornfrøði sama stað og í Oslo. Hann var ein av teimum studentunum, ið staddir vóru heima, tá ið 2. heimsbardagi brast á. Longu í 1940 varð hann knýttur at Føroya Fornminnissavni, í 1952 tilnevndur landsfornfrøðingur, og leiðari av stovninum var hann, til hann vegna aldur legði frá sær í 1980.

Hann hevur staðið fyri forvitnisligum grevstrum her heima á landi, eitt nú í Kvívík, Tjørnuvík og Kirkjubø, og luttikið í grevstrarferðum m.a. Í Grønlandi og á bryggjuni í Bergen.

Hann hevur embætis vegna verið limur í nógvum felagsnevndum, og umframt hevur hann verið limur í Tórshavnar kirkjuráði 1957-70.

Dúgliga hevur hann greitt frá granskingarstarvi sínum í tíðarritunum »Varðin«, »Fróðskaparrit« og »Mondul«, og hann hevur lagt úr hondum bóklingarnar »Havnar kirkja«, 1968, og »Jólarósan«, týðing úr svenskum, 1975.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017