• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Hans Dalsgaard

Hans Dalsgaard (1899-1970)

Hans Dalsgaard varð føddur í Skálavík 1899.

Sjálvur hevur hann sagt, at skúlaviðurskiftini í heimbygdini í hansara barnaárum vóru vánalig, og tað mundi vera orsøkin til, at foreldur hansara eitt skifti lótu hann til Húsavíkar at ganga í skúla, tí har vóru skúlaviðurskiftini betri.

Sekstan ára gamal fór hann til skips.

Veturin 1919 — 20 fór hann á Føroya fólkaháskúla, og samveran við lærarar skúlans, Rasmus og Símun, gjørdi honum stóran mun. Næmingarnir á háskúlanum høvdu handskrivað felagsblað »Tjaldrið«, og her komu nakrar av fyrstu yrkingum hansara at standa.

Heimafturkomin til heimbygdina setti hann saman við øðrum á stovn ungmannafelag, og í sambandi við hetta felagsarbeiðið skapti hann gilt av yrkingum og søgum, sum seinni komu á prent í Varðanum ella onkrum av bløðunum. Hann býr nú í Skálavík, arbeiðir fyrifallandi arbeiði og hevur smiðju.


Undir 2. heimsbardaga verður hann í 1944 sendur til Íslands sum løgtingsins umboðsmaður. Har hitti hann íslendskar høvundar, sum gjørdust vinmenn hansara.

Aftan á kríggið flutti hann til Havnar at búgva og fór at arbeiða hjá landsverkfrøðinginum, har hann starvaðist, til hann fór frá við eftirløn.
Hans Dalsgaard doyði í 1970.
 
Bókmentaverk:
Tað mesta av tí, Hans Dalsgaard yrkti og skrivaði, varð skapað í tíggjuáraskeiðnum 1920 — 30, men ikki fyrr enn í 1966 kom fyrsta og einasta yrkingasavn hansara út, og ikki fyrr enn í 1968 kom einasta søgusavn hansara.

»Av mannagøtum« eitur yrkingasavnið; ikki er tað stórt, telur tilsamans 14 upprunayrkingar og 16 týðingar úr donskum, norskum og íslendskum. Bæði upprunayrkingarnar og týðingarnar bera merki av tí sjáldsama vandna yrkjaranum, Hans Dalsgaard, ið ikki læt av hondum nakað verk, uttan hann hevði handfarið tað fleiri ferðir, snákað og snøggað tað til lítar.

Hann yrkir um komandi várið, ið hann lýsir við hesum vælljóðandi, snøgga ørindi:
»Sólin hækkar, styttast skuggar, dagur tognar, gloppast gluggar — vikna tekur vetrarvald — eystan ríður ljósins drottur, mannabørnum mennist máttur. Tussar missa tangarhald.«

Hann lýsir aðrar árstíðir, yrkir teimum til verju, ið happað eru í samfelagnum, yrkir um einsemi og unglingafundir, og í kendastu yrking síni »Aksið« tekur hann upp spurningin um alt tað nýggja, ið floymir inn yvir landið og vil køva forna mentan. Í slíkum tíðum ræður um at ansa sær,  og yrkjarin endar við hesi áminning:

»Tú vallari á vegnum,
sum gongur reystur  — ansa tær,
at kjarnin góðar mentir fær.
Tú annars er
eitt burturkast á vegnum.«

Í søgusavninum, ið hevur heitið »Bøndur og fátæk fljóð«, eru níggju upprunasøgur og seks týðingar úr íslendskum, fýra eftir Elias Mar og tvær eftir Gudmund Gislason Hagalín.

Upprunasøgurnar eru partvíst endurminningar frá barnaárunum, partvíst frásagnir bygdar á sagnatilfar,ið livandi hevur verið í Skálavík.

Tær eru sagdar á kjamgóðum máli, og í fleiri teirra nýtir høvundurin høvi til at kunngera samhug við tí happaða, tí undirmetta í samfelagnum. Menniskjansliga lýsingin av bygdarspottinum Nelson, ið letur lív fyri at bjarga øðrum lívi, er gott prógv um hetta, og í søguni »Keglið« fáa vit úr munni mammunnar orð, ið kundu staðið sum felagshugsan fyri nógv av tí, Hans Dalsgaard skrivaði:

»Latið tit altíð hjartað ráða, ið hvat tit so gera, tá verjir Gud tykkum, um menn vilja skaða tykkum!«

Í 1926 kom á prent í Varðanum »Jákup Sibbi«, sjónleikur í tveimum pørtum, bygdur á væl kenda *táttin »Jákupsa skegg«. Hetta er ein *glæntrileikur, uttan iva skrivaður til onkra kvøldskemtan í heimbygdini.

Hans Dalsgaard týddi eisini sjónleikin »Gyltalið« úr íslendskum eftir Davið Stefansson frá Fagraskógi.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentatíðarritið "Varðin"

Í Tingakrossi 23/3-1921  finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið.  —  Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.

Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«

Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.

Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.

Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.

Samfelagsviðurskifti og "Varðin"

Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.

Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.

Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.

Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.

Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.

Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.

Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.

*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017