• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Arnbjørn Danielsen (1947-1980)

Arnbjørn Danielsen var føddur og uppvaksin í Havn. Hann var eitt skiftið til skips, men fór so til Danmarkar at lesa. Í 1979 tók hann skúlaembætisprógv við donskum sum høvuðsgrein og filmslist sum hjágrein. Tá ið hann brádliga doyði í 1980, var hann í starvi í studentaskúlanum í Hoydølum.

Arnbjørn var virkin í politiska lívinum. Hann var m.a. undangongumaður at stovna Unga Tjóðveldi í 1964, og hann var eisini virkin á politiska vinstravonginum sum útiseti í mong ár í Keypmannahavn.

Arnbjørn Danielsen skrivaði yrkingar, stuttsøgur og hugleiðingar. Hann lýsti m.a. náttúruna, barnið, kærleikan, tað at vera útlagin, mannalyndi og politikk.

Arnbjørd Danielsen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann var føddur í Havn í 1947. Tá ið hann var liðugur við barnaskúlan í Tórshavnar kommunuskúla, fór hann í Hoydalar at ganga í realskúla og tók prógv har. Hjá honum var hetta ein sera virkin tíð; í fríløtum arbeiddi hann á »14. September», og í hetta blað komu fyrstu skaldsligu royndir hansara. Í 1964 var hann ein av oddamonnunum í stovnsetanini av »Unga Tjóðveldi«.

Eitt stutt skifti var hann til skips, fór so niður til Keypmannahavnar og leyk prógv á studeritaskeiði har. Hann tók so upp lestur við lærda háskúlan og tók í 1979 skúlaembætisprógv við donskum sum høvuðsgrein og filmsvísund sum hjágrein - høvuðsuppgáva hansara viðgjørdi tó føroyskt evni, skaldskapin hjá Martin Joensen, sum Arnbjørn altíð hevði havt tokka til.

Útisetaárini var hann eisini virkin politiskt á vinstraveinginum, hann var limur í Oyggjaframa, ið seinni fekk navnabroyting til F.S., føroyskir sosialistar, og hann skrivaði dúgliga í útisetabløðini Fjølnir, Framan og Skeggjan.

Próvtøkuárið varð hann settur í starv við Studentaskúlan í Hoydølum, men honum untist bert at virka har hetta eina skúlaárið, til deyðin so brádliga hevði boð eftirhonumí 1980.

Í »Oyggjaskeggja« nr. 5, 1969, viðger Arnbjørn hugtakið »*modernismu« innan yrkingalist og tekur upp aftur eftir øðrum hesa allýsing:

»Modernisma er rørsla, sum í skaldskapi »spreingir« málið, brýtur út úr okkara dagliga málburði og roynir at siga frá á nýggjum grundarlagi. Ein stremban eftir at treingja inn og niður í tað menniskjansliga, fyrst og fremst til tey støð í sálardýpinum, sum ikki av álvara eru viðgjørd av eldri skøldum og høvundum«.

Hesa nýskapanarleið tráddi Arnbjørn, tá ið hann í 1966 gav út fyrsta savn sítt »Várvindar«. Hann yrkir rímleyst og stevleyst, so tú mangan heldur teg hava givið teg í holt við óbundnan heldur enn bundnan skaldskap, og ríka orðgleði hansara - ikki ókend í fyrstu royndunum hjá ungum skøldum - ger yrkingarnar tungar og torgreiddar hjá honum, ið vil ogna sær tær.
Várvindar« kom í 1966.

Øðrvísi er við savninum »Meðan eg tyggi norðlýsið«, 1968. Hin forðandi orðanøgdin er her telgd av bulinum, og eftir standa heilskapaðar yrkingar um náttúru, mannalyndið, útlegdina, ást og politikk.

»Ljósið støðgar
 framman fyri mær
við síðuna av ljóðunum


stillisliga møtast
byggja eini hús
og eg eri ein
av húsins tænarum


betongveggir av ljósi
plankar av ljóðum


soleiðis búgvi eg av og á
meðan eg tyggi eitt sindur
av norðlýsi.


Inn ímillum hesi bæði søvnini kom í 1967 *prosasavnið »Lívsævintýrið«, ið rúmar átta *stuttsøgur og fýra hugleiðingar. Høvuðsevnini, ið viðgjørd verða, eru barna- og unglingaárini, náttúran og kærleikin. Arnbjørn vísir á, at okkurt bilar eisini í okkara samfelag, har tey, ið prædika góðsku, mangan eru tey meinfýsnastu; men hóast hann er hugtungur í støðum, so ivast hann ikki í, at lívið er sterkari enn deyðin, og hann endar hugmyndina, ið gav savninum navn, soleiðis:

»Seinni hugsaði eg um hesa hending, at lívið fór at syngja fyri mær, og at hjarta mítt fór at syngja fyri lívinum«.

Í 1971 kom frá hansara hond »Roynd I«, yrkingar, søgur og hugmyndir, og nú deyðin so brádliga hevði boð eftir honum, arbeiddi hann við eini skaldsøguroynd.
 

Sekstiárini

Eins og fimtiárini vóru tað, eru sekstiárini eisini merkt av hugsjónarliga tvídráttinum millum stórveldini.

Berlinmúrurin setir mark millum bæði Týsklondini, og Kubakreppan hóttir heimsfriðin. Niðurbundin lond í Afriku rembast við og tveita av sær hjálandaokið, blámenn í Suður-Afriku og USA krevja síni sjálvsøgdu rættindi og mannsømandi kor, men verða nívdir undir byrsumúla. Seinni setir USA sær fyri at bumba sosialistiska Norður-Vietnam aftur í steinøldina, men verður fyri svíðandi ósigri, og Sovjet ger innrás í Tjekkoslovakíið, at bjarga sosialismuni í landinum, meta teir sjálvir, at kúga fólkaræðið, meta vestanlond.

Ungfólk taka tíðina so ymisliga, summi eru medvitin og gera uppreistur, onnur dyrka vakurleikan sum blómubørn, og uppaftur onnur flýggja undan veruleikanum inn í rúsnýtslu og mistreysti.

Heima hjá okkum verður hetta tíggju ára skeiðið í stóran mun merkt av, at NATO-herstøð seinast í fimtiárunum ímóti fólksins vitan og vilja verður lumpað inn á okkum. Teir fýra sjálvstýrisflokkarnir, so ymiskir hugsjónarliga, finna saman í landsstýrissamgongu 1963-66, og fiskimarkið verður flutt út á tólv fjórðingar, heimaútróðrinum til miklan frama. Síggja vit burtur frá drúgvu skaldsøgu Jens Paula Heinesens »Tú upphavsins heimur« 1962-66, mugu vit siga, at sekstiárini, hvat ið skaldskapi í óbundnum máli viðvíkur, eru sera fátækslig; skaldsøgur koma fáar, og stuttsøgurnar eru ótættar. Á sjónleikaøkinum hendir tað gleðiliga, at útbúgvin føroyskur sjónleikari kemur heim at virka og kunnar føroyska áskoðaran við framtakshugaðar sjónleikahøvundar sum Brecht og Ionesco - men enn sum áður er langt millum føroysku upprunaleikirnar.

Hugsa vit um nýskapan í hesum tíðarskeiði, verða vit at snúgva okkum at bundna  skaldskapinum. Rætt er tað,  at nógv verður yrkt, ið er meinlíkt gomlum yrkingasniði, men tvær nýskapanarleiðir verða gingnar.

Til lívið

Á heysti 1962 verður í Keypmannahavn lív endurkveikt í ungmannafelagið Oyggjaframa, ið sum stavnhald hevur sjálvstýri og sosialismu. Felagið gevur í oktober hetta árið út 1. nr. av mánaðarblaðnum »Framin«, sum er komin toluliga regluliga síðani. Blaðstjóri er Tórður Debes Joensen, seinni Jóansson, og í blaðnevndini eru umframt Hans Jákup Debes og Tummas Napoleon Djurhuus.

Úr hesum studentaumhvørvi brýtur fyrsta nýskapanaraldan, samfelagsliga og politiskt medvitin yrkingalist, ið minnir teg á, at eingin hevur nóg mikið við sínum egna, heldur er hvør einstakur partur av stórari heild og má taka støðu til spurningar, ið uppi eru, eisini fjart frá Føroyum.

»Nú leika vindar um Afriku,
 á fløtum og fúkandi sandi.
Úr dungum av brendum gróti
skal reisast hitt nýggja landið«.
(Líggjas í Bø: »Suður Afrika«)

Fremstu umboðsmenn fyri hesa leiðina eru teir tríggir Líggjas í Bø, ið gav fyrsta og einasta savn sítt »Til lívið« út í 1964, Arnbjørn Danielsen, ið gevur fyrsta savn sítt »Várvindar« út í 1966, og Rói Patursson, ið stígur fram í ónavngivnum yrkingasavni í 1969.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017