• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Victor Danilesen

Victor Danielsen (1894-1961)

Victor Danielsen var føddur í Søldarfirði í 1894.

Í 1911 fór hann á læraraskúla í Havn og tók prógv her í 1914. Sama ár tók hann við lærarastarvi við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men hann røkti hetta starv bert í nakrar mánaðir; hann segði sjálvur, at hann hevði ikki samvitsku til at taka løn fyri at læra børn nakað, hann sjálvur ikki helt vera rætt.

Samstundis sum hann segði seg frá sum lærari, breyt hann við kirkjuna, og restina av lívi sínum arbeiddi hann sum trúboðari innan brøðrasamkomuna.
 
Hann var óvanliga arbeiðssamur maður, ferðaðist runt Føroyar og prædikaði boðskapin, hjálpti til at byggja upp samkomur og fundarsalir víða um og legði hóp av skrivligum tilfari úr hondum.

Í 1928 flutti hann til Fuglafjarðar og búði har, til hann doyði í 1961.

Bókmentaverk:
Alt bókmentavirksemi Victors er knýtt at trúboðaravirki hansara.

Fyrst er at nevna, at hann týddi bíbliuna úr ymsum europeiskum málum til føroyskt. Nýggja Testamenti kom út í 1937 og øll Bíblian í 1949.

Kirkjan fekk sína sálmabók við føroyskum sálmum í 1961, men undan hesum hevði Brøðrasamkoman givið út fleiri sálmabøkur. Í 1952 vórðu allir sálmar og andaligir sangir savnaðir úr ymsu útgávum Brøðrasamkomunnar í heildarútgávuna »Songbók Guds Fólks«.

Hetta er ein stór songbók, ið telur 1125 sálmar og sangir; um 140 eru upprunaliga yrktir á føroyskum, meðan restin er týdd úr ymiskum europeiskum málum, teir flestu úr enskum.

Einsamallur maður hevur Victor sjálvur yrkt 27 sálmar og týtt heilar 870 — eitt tal, ið sigur eitt sindur um hansara arbeiðsevni og arbeiðssemi.

Í tíðarskeiðnum 1923 — 61 skrivaði hann sjálvur tvær skaldsøgur og týddi 18, tær flestu úr enskum.

Báðar upprunaskaldsøgurnar »Aðru ferð« 1927 og »Nei, lyftið sveik ikki« 1947 eru andaligar søgur, ið viðgera afturkomu Harrans, hin fyrra út fra støðu teirra, ið hann heldur ikki sleppa við, hin seinna, sum hann heldur hesa hending fara at vera fyri tey, sum verða tikin við. Stílurin er merktur av stóra bíbliukunnleika høvundans og av andstøðu hansara mótvegis kirkjuni.

Um aldaskiftið 1900 fór fram stór veking í føroyskum trúarlívi, og missiónsbólkar innan kirkjuna og trúarbólkar, ið stóðu uttan fyri fólkakirkjuna, fingu stóra undirtøku.

Týdningarstørsti av síðstnevndu bólkunum var brøðrasamkoman.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017