• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Hans Jacobsen Debes (1723-1769)

Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya frá 1750. Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: »Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne« (1763)« og »Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe« (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, »En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav«, yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong. Sjálvur doyði Hans Jakobsen Debes í 1769.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017